Heilsufótbólturin byrjar sunnudagin 10. mai kl. 19.00

2

Vit hava móttikið yvir 60 tilmeldingar til heilsufótbóltin, og tað eru vit sera glað fyri.

Flestu fráboðanir eru frá kvinnum, men menn eru eisini rímiliga væl umboðaðir.

Luttakararnir eru frá 20-60 ár, og miðalaldurin liggur beint niðanfyri tey fjøruti.

Hendan fyrsta dagin spæla vit fótbólt meginpartin av tíðini, men eitt sindur av tíðini fer til at avprøva testina, ið FSF kemur at gera 14. mai frá kl. 14-17. Hendan testin er løtt at gera, men tað hevði verið gott, um øll høvdu møguleika at luttaka hendan dagin. Síðani ganga 12 vikur við stuttligum fótbóltsspæli, áðrenn vit aftur fáa vitjan av umboðum frá FSF.

Endamálið er at betra um heilsuna, og tað er vísundaliga prógvað, at fótbóltur er ein ítróttargrein, ið betrar um heilsuna hjá okkum øllum.

Vit síggjast við Løkin, har tað er pláss fyri øllum.

Share.

2 kommentarer

  1. Manni Waag Høgnesen Søldarfjørð on

    Ja vil gjarna vera við. Kann bara ikki vikuskiftið 1o mai eri ikki heima tá.

    • Manni Waag Høgnesen Søldarfjørð on

      Ja vil gjarna vera við, men eri ikki heima hattar vikuskiftið 1 mai.

Skriv et svar