U7-dreingir vunnu tríggjar og spældu tríggjar javnt

0

U7-dreingirnir hjá NSÍ spældu ársins fyrstu kapping í gjár í Klaksvík.

Vit hava meldað tvey lið til kappingina, men vegna onkra misskiljing var bara eitt lið á listanum. Hetta kemur vónandi í rættlag til næstu ferð.

Dreingirnir kempaðu óført, og úrslitini vóru hesi:

NSÍ-KÍa 4-1, NSÍ-EBS 2-2, NSÍ-HBd 2-2, NSÍ-HBe 5-0, NSÍ -KÍc 4-0, NSÍ-HBf 1-1.

Hetta gevur tríggjar sigrar og tríggjar javnleikir, og tað er sera flott.

U7 spælir aftur í Streymnesi 16. mai og í Tórshavn 30. mai.

(mynd: Anja Pálsdóttir)

Share.

Skriv et svar