Eingin venjing hjá U6 í dag – mikudag 6.mai
Vegna veður er venjingin hjá U6 avlýst í dag
Lutaseðlarnir sum vunnu til dystin NSÍ-AB 11 august vóru: Gávukort frá Bowling: Appelsingulur seðil nr. 40537 Gávukort frá Shop-In: Gulur seðil nr. 45304. Vinningarnir kunnu fáast við at ringja tlf. 253866 NSÍ takkar fyri stuðulin.
Árligi basarurin hjá NSÍ verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin 20. mai frá kl. 18. Ymisk kend fólk úr lokaløkinum snara hjólinum. Fyri felagið er basarurin eitt sera gott tiltak, tí umframt at geva felagnum fíggjarligan stuðul, er tað eisini eitt stuttligt og sosialt tiltak fyri limir og onnur kring felagið, ung sum eldri….
Í dag kl. 13 taka kvinnurnar hjá okkum ímóti HB við Løkin í Runavík. Meðan okkara hava spælt 2 dystir, vunnið báðar, skotið 14 mál og einki latið inn, er talan hinvegin um fyrsta landskappingardystin hjá HB í hesum kappingarárinum. Møti fjølment!
Veitsla fyri NSÍ-ungdóm Leygardagin 5.okt Fyri allar NSÍ-arar til og við U14 Í kantinuni í Skúlanum við Løkin Tíð: kl 18-20 Á skránni: • Matur og drekka • Undirhald • Spøl • Sangur • Effo leikarar eru við • Val av Effo leikarum: eitt nú ársins ………… • og annað
Føroyska U-17 landsliðið, sum í hesum døgum, luttekur í EM kappingini í Luxemborg, mátti leggja rygg til eitt 5-0 tap móti Fraklandi seinnapartin í dag. Hálvleiksstøðan var 3-0. Her er nøkur hagtøl fyri dystin: Skot á málið: Frakland 14 – Føroyar 0 Skot við síðuna av málinum: Frakland 8 – Føroyar 3 Hornaspørk: Frakland 9 –…