U16a hjá NSÍ liggja á odda

0

Fyrstu 4 dystirnir í landskappingini eru avgreiddir, og okkara dreingir hava vunnið allar sínar dystir og liggja á odda í kappingini.

B36a-NSÍa 1-3 (0-1)

Fyrsti dysturin varð leiktur í Gundadali. B36 hevur eitt krútsterkt lið í deildini, og virðingin fyri teimum var stór, kanska ov stór. Í øllum førum fingu okkara dreingir ikki spælið at koyra. Hinvegin spældi B36 væl, og skuldi nakað mál koma í fyrra hálvleiki, so lá tað til, at heimaliðið skuldi fáa tað.

Men, fótbóltur er fótbóltur. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk Sonni Mikkelsen bóltin mitt á miðjuni. Hann setti ferð á og rann frá B36 verjuni. Og hóast vinkulin gjørdist nakað spískur, so smekkaði hann bóltin í netið til 1-0 til NSÍ. Tað var eisini hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur líktist fyrra. B36 liðið spældi góðan fótbólt. Men, vit hava eina sera sterka verju, og tað var sjálvdan, at veruligur vandi var á ferð. Tað eydnaðist tó B36 at javna nakað inn í seinna hálvleik. Nú lá ein heimasigur í luftini. Tað løgdu Steffan Løkin og Jógvan Højgaard líka í, tí tá einir 10 minuttir restaðu í, vann Jógvan bóltin av einum verjuleikara og sendi Steffan avstað. Hann var ísakaldur og lyfti bóltin upp um málmannin til 2-1. Og beint fyri dystarlok staðfesti Jógvan sigurin, tá hann vann bóltin av málmanninum og prikaði hann í málið. 3-1 til NSÍ, so er líkamikið, hvussu sigurin kom.

Hava vunnið 07 Vestur tvær ferðir

Síðani leiktu okkara tveir dystir móti 07 Vestur. Heimadystin vunnu vit 7-1. Útidysturin var leiktur í góðveðrinum 2. mai í Sandavági. Hóast talan var um útidyst, so mundu vit eiga størra partin av áskoðarunum. Og teir fingu valuta fyri peningin. NSÍ vann 10-0 í einum sonnum uppvísningsdysti.

NSÍa-TB 4-0 (3-0)

Leygardagin 9. mai tóku okkara móti TB við Løkin. Eftir góða dystin í Sandavági leygardagin frammanundan, væntaðu fleiri ein góðan dyst. Hesin dysturin bleiv tó ikki eins undirhaldandi og tann í Sandavági. Okkara vunnu uppiborið 4-0, men hesaferð tóktust leikararnir ikki eins nærlagdir og neyvir, sum seinast. Sjúrður Pauli legði NSÍ á odda 1-0. Løtu seinni bleiv 2-0, tá Aron setti eitt brotspark í málið. Málið til 3-0 var ein perla. Fleiri NSÍ –leikarar spæla bóltin millum sín, so ein sending til Aron frammi í vinstra borði. Aron smekkar bóltin inn fyri málið, har Andri er fyrstur á bóltinum og smekkar hann í netið. 3-0 og dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Seinni hálvleikur var rótutur. Tað var ikki fyrr enn Sonni Mikkelsen fekk ferðina upp, at nakað var at hyggja at. Tað var eisini hann, sum átti málið til 4-0. Ein alt ov long sending fer móti málmanninum hjá TB. Sonni setur turboina til, og áðrenn málmaðurin veit av, prikar Sonni bóltin frá honum. Endin er, at málmaðurin ger brotsspark. Brotssparkið setti Mórits Heini trygt í netið til endaliga úrslitið 4-0.

Hósdagin møta okkara dreingir HB við Løkin. Skal góða gongdin halda á, so skal størri neyvleiki og ómakur til. Evnini setir ongin spurning við. 4 dystir, 4 sigrar og 12 stig er góðtikið.

(skrivað hevur Dan Lamhauge)

Share.

Skriv et svar