Leikarin: Meinhard

Navn:
Meinhard Egilsson Olsen

Føddur:
10.04.97

Hagtøl hjá Meinhard á faroesoccer.com

Stað á vøllinum?
Áleypari

Høgra ella vinstra bein?
Høgra

Hvat vilt tú vera kendur fyri á vøllinum?
Eg vil fegin vera ein ótraditionellur spælari, ikki bara eina stereotypa, kanska sum t.d. Balotelli – tað góða við honum, altso

Títt fyrsta fótbóltsminni?
Tað má vera, tá vit spældu undir skúlaaldur. Vit vóru øgiliga nógvir á vøllinum og spældu nokk á einum fjórðingsvølli.

Føroya besti leikari?
Lukasz Cieslewicz

Heimsins besti leikari?
Lionel Messi

Yndislið í Premier League?
Chelsea

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við?
Sjúrður Jacobsen

Harðast undir venjing?
Jens Joensen

Best at eta áðrenn dyst?
Høsnarunga og grønsakir. Pasta er eisini gott.

Yndis matur?
Pizza

Yndis grønmeti?
Brokkoli

Yndis sodavatn?
Faxe Kondi

Te ella kaffi?
Kaffi

Besta drúss á kramarísin?
Crunchie

Starv?
1. ár í Handilsskúla

Yndis lærugrein í skúlanum?
Ítróttur

Frítíðarítriv?
Hyggja eftir fótbólti og at fylgjast við vinmonnum

Yndis tónleikur?
Hip Hop, rap

Yndis sjónvarpssending?
Breaking Bad

Seinasti filmurin tú sá?
Ride Along

Yndis teknifilmur?
The Simpsons

Hevur tú nakra damu?
Nei, ikki í løtuni

Hvar dámar tær at ferðast?
Mær dámar at ferðast, har tað er heitt. Stórbýir eru fínir, um man er í tryggum økjum. Tað er gott at vera við eina strond.

Dugir tú at binda slipsaknút?
Lærdi meg einaferð, men dugi ikki longur.

Um tú vart eitt djór, hvat djór vart tú so?
Ein sovorðin “Lizard” (oydla)

Um tú skuldi gjørt eina aðra ítróttagrein, hvør skuldi hon so verið?
Okkurt við vektlyfting ella bodybuilding.

Hvør sjónleikari skuldi spælt teg, um ein filmur varð gjørdur um títt lív?
Ice Cube

Myndir: Birita Hansen

Líknandi tíðindi