B36 skipar aftur fyri ADIDAS SUMMAR CUP

Leygardagin 11. juli 2015 skipar B36 aftur fyri Adidas Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala. Talan er sostatt um kapping, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av, og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini.

Hetta er aðru ferð, at B36 skipar fyri Adidas Summar Cup. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi summar tiltak, ið børn og ung kunnu gleða seg til hvørt ár. Kappingin í 2014 eydnaðist sera væl, og tóku á leið 500 børn og ung lut í kappingini.

Kappingin er fyri aldursbólkarnar U6, U8, U10, U12, U14, U16/U17, og tað er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Øll lið, ið luttaka í Adidas Summar Cup, eru tryggjað minst 4 dystir á uml. 15 min.

Kappingin verður sett leygardagin 11. juli kl. 10.00 við millum annað einum fótbólts freestyle showið við Lars Munck og Simon Larsen fráwww.msfreestyle.dk. [1]

Øll, sum eru við í kappingini, fáa eina flotta Adidas t-shirt, luttøkuskjal, sunkist, frukt og vatn. Vinnararnir í hvørjum aldursbólki fáa steyp og atgongumerkir til ein landsdyst í heyst. Bæði nr. 1, 2, og 3 fáa heiðursmerkir.

Afturat sjálvari fótbóltskappingini verður eitt nú møguleiki hjá øllum luttakarunum at svimja og bowla ókeypis, meðan skipað verður fyri einari spennandi fótbóltskattajagt fyri tey minstu.

Tilmeldingin til kappingina fer fram á www.summarcup.fo [2], har møguleiki eisini er at lesa meira um kappingina.

30 tey fyrstu liðini, ið tekna seg til kappingina eru við í lutakastinum um eitt Adidas fótbóltssett.

(greinin er skrivað av B36)

Líknandi tíðindi