Líknandi tíðindi
Frá Skipanesi til Æðuvíkar: Runavík og Æðuvík í semifinaluna
Hóskvøldið varð skipað fyri seinna innleiðandi umfari av spurnarkappingini frá Skipanesi til Æðuvíkar. Karmarnir í Løkshøll vóru sum altíð frálíkir. Aftrat spurnarkappingini vóru føstu innsløgini: frálíkar tónleikaframførðslur frá tónleikabreytini í 9. flokki, serútgávur av Vespureiðrinum – gestirnir hetta kvøldið vóru Harry Knudsen og Durita Joensen og Bjarki Danielsen og Sølvi Reinert Hansen – og drekkamunnur…
Fjepparin: Benny Hansen
Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Benny Hansen. Navn? Benny Hansen Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar? Ja, standi á áskoðaraplássunum beint uppiyvir WC’inum, um eg ikki eri dómaravakt. Spældi tú sjálvur, og hvar? Ja, í 4. deild. Áleypari og á høgra vongi. Yndisleikari hjá…
Myndir frá HB-dystinum
Niðanfyri eru myndir frá HB-dystinum, sum Birita Hansen tók. [nggallery id=206]
Stórdystur við Løkin leygardagin kl 16.00
Leygardagin kl 16.00 er so fyrsti heimadystur hjá NSÍ. Mótsøðan er FM-kandidaturin úr Klaksvík. Dystirnir ímillum NSÍ og KÍ eru sum oftast sera undirhaldandi og spennandi. Leygardagin er tørvur á øllum góðum stuðlum, ung sum eldri. So vónandi møta nógvir NSÍ fjepparar upp til dystin, so at okkara menn veruliga merkja uppbakning frá fjøldini við…
SO KOM TAPIÐ: B68-NSÍ 3-2
Eftir at hava verið ósigraðir í 15 dystum á rað – harav tólv sigrar og tríggir javnleikir, máttu okkara menn í dag leggja tap til grannarnar á Toftum. Úrslitið gjørdist ein 3-2 sigur til B68. Líkindini at spæla á Svangaskarði vóru hampulig. Eitt lítið lot lá longs eftir vøllinum, men tað regnaði illa størsta partin…
Karstin Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ
Karstin Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ, tvs at sáttmálin er galdandi til 2020. Karstin hevur í ár alvorliga havt sítt gjógnumbrot í føroyskum fótbólti, har hann avloysti Símin Rógva av á Effo liðnum hjá NSÍ, og samstundis vann sær fast pláss á U21 landsliðnum hjá Føroyum. Karstin kláraði seg væl fyri NSÍ, og var…