Líknandi tíðindi
2017: Jonleif heldur fram
28-ára gamli Jonleif Højgaard hevur skrivað undir enn eina avtalu við NSÍ. Avtalan er galdandi fyri næsta kappingarárið. Jonleif, ið er uppvaksin í B68, hevur seinastu tvey kappingarárini spælt 47 dystir fyri NSÍ. Hann hevur skorað 3 mál. Tað gongur rætta vegin við at fáa hópin hjá NSÍ uppá pláss. Nógvir sáttmálar eru komnir uppá…
Árni nýggjur á landsliðnum!
Lars Olsen hevði áður úttikið Klæmint A. Olsen og Pól Jóhannes Justinussen. Í morgun gjørdist so greitt, at Árni Frederiksberg er nýggjur maður á landsliðnum. Árni skorar fleiri enn 10 mál hvørt kappingarár, og hartil leggur hann upp til eitt hav av málmøguleikum. Tískil hava allir NSÍ-arar og flestu føroyingar bíðað eftir hesi úttøkuni. Vit ynskja okkara…
Okkara málmenn halda fram í NSÍ
Í gjár gjørdist greitt, at báðir effo-málverjarnir hjá NSÍ halda fram í felagnum. 29-ára gamli Símun Rógvi Hansen er rímiliga nýggjur í felagnum, men hann trívist væl, og tískil var upplagt at leingja samstarvið. Símun Rógvi hevur staðið í mál í 17 av 19 effo-dystum, og hann er komin framúr væl frá uppgávuni. Símun Rógvi…
Effo: Tryggur sigur ímóti ÍF
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara við Løkin í kvøld. Eitt hav av møguleikum – nógv skot á málið og eisini eitt brent brotsspark hoyrir við til søguna. Leikliga støðið fall nakað seinna part av seinna hálvleiki, men sum heild var talan um ein vælleiktan dyst, sum ber boð um,…
Eli Joensen longt sáttmálan við NSÍ.
Enn ein av okkara ungu hevur longt sáttmálan við NSÍ. Eli Joensen hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÍ. Tað er hugaligt tá okkara talentir leingja sáttmálan. Vit ynskja Eli tillukku við sáttmálanum, og ynskja honum bestu eydnu.
Leikarin: Jann Martin Mortensen
Navn: Jann Martin Mortensen Føddur: 18.07.89 Hagtøl hjá Jann Martin á faroesoccer.com Stað á vøllinum: Miðvøllur Høgra ella vinstra bein: Mest høgra, men kann brúka bæði Starv: Stuðul í Runavíkar Kommunuskúla og starvist í Reklamuhúsinum Frítíðarítriv: Sjónvarpið og teldan Yndis matur: Føroyskur matur, ræst kjøt, lippir – nummar 12 hjá Rafik er eisini góð 😉…