Av jóansøku við “pokali”.

U16 dreingirnir hjá NSÍ styrktu leygardagin um støðu sína í landskappingini við einum knúsandi 9-0 sigri á TB á jóansøku.
Hóast dysturin varð leiktur í Trongisvági, so høvdu okkara dreingir fleiri viðhaldsfólk, enn mótstøðuliðið hevði í góðveðrinum við Stórá. Tað er góður stuðul.
1-0 bleiv tað eftir horna. Bólturin endaði hjá Rana, sum smekkaði til, men skotið varð vart fyri. Steffan var fyrstur á returinum, og so stóð 1-0.
2-0 málið kom eftir, at Andri varð sendure avstað í vinstru síðu. Hann sendi eitt innlegg beint í pannuna á Steffani. Væl sett inn.
3-0 bleiv tað, tá Aron fangaði ein bólt í TB brotsteiginum. Hann vendi sær og høgdi bóltin í kassan. Tá vóru 22 minuttir leiktir.
4-0 var eitt mál eftir bókini. Við skjótum kombinatiónspæli bleiv TB verjan tægað sundur. Álopið endaði við, at Jógvan sendi bóltin uttast úr høgru inn fyri málið. Har sveimaði bólturin heilt yvir til longru stong, har Andri setti fótin á.
5-0 málið var merkisvert! Okkara vinstri bakkur, Rani, var ikki komin aftur við, eftir at vit høvdu havt eitt horna. Pætur fangaði enn ein bólt, og sendi eina langa sending fram móti TB málinum. Har kom Rani tvísporandi og setti krúllin á bóltin. Hetta kom óvart á øll, eisini málverjan, sum ongan møguleika hevði at verja fyri. Fyrsta málið hjá Rana í ár.
5-0 var eisini hálvleikstøðan. Fyrri hálvleikur hevði verið eitt langt NSÍ álop. TB hevði í veruleikanum bert eina atsókn á NSÍ málið. Tað var tá teirra áleypari varð sendur avstað, men Petur Sjúrður kom væl út og vardi fyri.
Í seinna hálvleiki komu 4 nýggir mans á vøllin. Vit hava ein sterkan hóp, og útskiftingarnar gera als ikki liðið veikari. Hinvegin broytti venjarin, Abraham Løkin, nógv upp á uppstillingina. Dysturin var í roynd og veru avgjørdur longu eftir lítlari løtu.
6-0 bleiv tað, tá Aron bleiv spældur leysur av Steffani.
7-0 tá Sjúrður Pauli legði inn fyri til Andra, sum skoraði.
8-0 eftir horna, datt bólturin niður fyri føturnar á Móritsi Heina heilt tætt undir málinum. Mórits Heini gjørdi tað ikki truplari enn neyðugt og skoraði.
9-0 Pætur Skipanes bleiv feldur í brotsteiginum, og Hendrikur umsetti brotsparkið til mál.
Samanumtikið ein frálíkur dystur við samanspæli á høgum støði. Talan var fyrst og fremst um eitt liðavrik, lat ongan iva vera um tað. Skal nakar takast framum, so man tað vera Kári Hansen. Hann lesur spælið væl, hevur góðan bóltførleika og dugir væl at seta spælið í gongd. Og so heldur hann altíð bóltin á jørðini heldur enn at senda hann upp í loft.
Eftir dystin fingu dreingirnir handað ein “pokal”. Hetta var tann fyrsti í ár, og enn hava teir møguleika at vinna tveir afturat, steypakappingina og landskappingina.
Nú er summarferia, og okkara liggja væl fyri í landskappingini. Næsti dystur verður við Løkin 15. august. Tá koma teir úr EB/Streymi/Skála á vitjan.

Líknandi tíðindi