Greiður sigur í Egilstøðum

Dreingirnir hjá NSÍ, sum eru í Íslandi á venjingarlegu, vunnu fyrr í vikuni heili 18-2 móti Leiftri á Ólafsfirði í fyrsta dystinum á ferðini. Annar dysturin skuldi leikast móti KA úr Akureyri. KA er eitt av heilt sterku liðunum í Íslandi, og dreingirnir vóru spentir til dystin. Men, av einari ella aðrari orsøk bar brádliga ikki til at leika dystin. Tí fór ferðalagið fyrr av Akureyri til Egilstaðir. Har fingu dreingirnir høvi at venja saman við liðnum á staðnum, Hóttur. Tað gav møguleikan at læra íslendingarnar at kenna. Longu undir venjingini sást, at okkara dreingir høvdu munin á heimamonnunum úr Hótti. Tí fingu teir møguleikan at styrkja liðið til dystin, sum skuldi leikast dagin eftir, mikudagin.
Tað var eisini eitt kropsliga krútsterkt Hóttur lið, sum okkara møttu mikudagin. Flestu vóru á aldri við okkara dreingir, nakrir vóru eldri. Tað gekk tó stutt tíð, einir 5 minuttir, so lá bólturin longu í málinum hjá Hótti. Jóhan fangaði ein bólt og sendi ein stikning fram til Hans Marius, sum skoraði lætt. Eftir hetta tóku heimamenninir yvir eina løtu og høvdu bóltin uttan fyri okkara brotsteig. Teir blivu tó ongantíð heilt vandamiklir. Teir høvdu eitt skot útifrá, sum streyk framvið málinum.
2-0 bleiv tað, tá Mikkjal tók eitt langt trekk fram eftir vøllinum og spældi Jannik. Jannik legði eina góða avlevering inn til Hans Marius, sum takkaði fyri og skjeyt sítt annað mál.
3-0: Kári vann bóltin á miðjuni og spældi Petur leysan í vinstru síðu. Petur trekti fram móti baklinjuni og legði eina góða sending beint í pannuna á Hans Mariusi, sum stútaði sítt triðja mál inn.
4-0: Jóhann vann bóltin á egnari hálvu og trekti fram, langt fram og fekk spælt Petur, sum aftur spældi Jóhann, sum úr spískum hamraði bóltin í samankomingina. Væl sett inn av verjuleikaranum.
5-0: Eitt mál eftir bókini. Petur sendi eina langa sending heilt av miðjuni í vinstru fram á høgra vong, har Pætur kom stunandi og sendi bóltin inn í feltið, har Hans Marius var komin stormandi. Ein lektión í álopsfótbólti.
6-0. Beint eftir hetta fangar Petur ein leysan bólt, trekkir til vinstru og smekkar til við vinstra beini út í longra síðunet.
7-0: Líktist málinum til 5-0. Mórits Heini spældi fram á høgra vong til Pætur, sum legði inn til Jannik.
Hóast hetta liðið var væl sterkari enn liðið á Ólafsfirði, so var hálvleikstøðan heili 7-0. Satt at siga, so var her talan um uppvísnings fótbólt. Dreingirnir vístu, at teir hava spæliskil, bóltførleika, sínamillum skil og áræði hóast mótstøðan er hørð.
Seinni hálvleikur gjørdist meira javnur. Hóast tað, vóru okkara omaná.
8-0: Petur tók ein solotúr fram í vinstru og legði inn til beiggjan, Aron, sum bara skuldi gera arbeiðið liðugt.
9-0: Besta málið á túrinum. Petur Knudsen, sum man vera millum evnaríkastu leikarar, sum felagið eigir, tók ein túr fram eftir vøllinum. Hann setti einar 5 mótstøðuleikarar av á túrinum, sum hann endaði við at senda eina perlusending inn fyri málið, har Hans Marius kom stormandi og hamraði bóltin á tvørtræið og niður í svørðin og í netið. Heilt einastandandi avrik av teimum báðum!
10-0: Aron sendi eitt horna úr høgru inn fyri málið. Millum vinir og fíggindar endaði bólturin í netinum. Kanska var tað Aron, kanska Jákup, kanska Jannik og helst ein íslendingur, sum var seinastur á bóltinum. Líkamikið.
10-1: Seint í dystinum eydnaðist tað Hótti at skora, tá teirra besti leikari varð sendur avstað móti okkara málið. Hann skoraði trygt.
Dysturin endaði 10-1. Hóast tað ljóðar sum veik mótstøða, so kunnu vit ikki taka frá okkara leikarum, at teir eru eirindaleysir framman fyri málið hjá mótstøðumonnunum. Á okkara miðju eru bólttryggir og lættbeintir dreingir, sum arbeiða hart. Og í verjuni stríðast dreingirnir og taka nógvar túrar upp gjøgnum síðurnar. Hesaferð høvdu vit tríggjar málmenn við, og teir stóðu seg heilt væl.
Tað er torført at taka nakran leikara burturúr. Allir leiktu væl og sum eitt lið. Hyggja vit at, hvussu málinum komu, so var talan um samspæl og ikki einmansavrik. Men, hesaferð kemst ikki undan at nevna Hans Marius Davidsen. Hans Marius er vælvaksin. Hóast tað, so hevur hann góðan bóltførleika og er sterkur í høvuðspælinum. Hendan dystin settu íslendingarir ein vaksnan mann at dekka Hans Marius. Tað merkti, at Hans Marius ikki hevði kropsligan fyrimun. Tí mátti hann kýta seg enn meira. Og tað gjørdi hann. Hann gjørdi 5 mál. Fleiri teirra vóru á altjóða støði. Tá Hans Marius er fullstyrknaður og finnur út av, hvussu sterkur hann í veruleikanum er, ja, tá er ikki at vera fyri.
Spennandi verður at síggja, hvussu langt hesir leikararnir koma. Ongin ivi er um, at NSÍ hevur eina fantastiska spennandi framtíð. Komandi árini eru einir 10-15 krútsterkir leikarar á veg upp til teir vaksnu. Allir hava støði til bestu deildina, um teir arbeiða fyri tí. Onkur hevur helst støði til okkurt enn meira.
Egilstaðir er vinabýur við Runavík. Teir hýstu ferðalagnum í einum skúla, og tað var gott. Blíðskapurin var stórur. Borgarstjórin vísti ferðalagnum ungdómshúsið, har hann greiddi frá um býin. Eisini umboð fyri Hótt greiddi frá um ítróttatilboðini í Egilstøðum.
Eftir dystin bjóðaði kommunan øllum ferðalagnum og dreingjunum hjá Hótti til eina máltíð.
Ongin ivi er um, at samstarvið við Egilstaðir eigur at vera tættari og meria livandi. Vónandi verður ikki longi, til feløgini hittast aftur til vinardyst.

Líknandi tíðindi