Stríðssigur á Argjum: AB-NSÍ 1-2

0

Í gjárkvøldið leiktu vit fyrsta dystin í seinnu hálvu av Effo-kappingini. Mótstøðuliðið var AB, sum vit hava leikt tveir tættar dystir móti higartil í ár. AB hevur eisini styrkt seg í summarsteðginum.

Eftirsum at dysturin bleiv leiktur beint undan Ólavsøku, var dysturin eisini steypadystur.

Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: Andras, Johan, Jens, Per, Einar, Jann Martin, Harald, Magnus, Jónhard, Pól Jóhannus og Klæmint.

Hóast ein tættur dystur var væntandi, sá fyrstu løtuna út til, at vit fóru at vinna ein trivaligan sigur. Jann Martin legði okum á odda eftir horna í 7. minutti. Jann Martin tók sjálvur horna í vinstru síðu. Hann spældi stutt framvið síðulinjuni til Magnus, ið spældi bóltin stutt uppá tvørs til Einar, sum síðani spældi inn í brotsteigin til Jann Martin, ið var runnin inn. Jann Martin stýrdi bóltin inn við handaru stong. Eitt vælvant horna og sera vakurt mál til 0-1.

NSÍ helt áfram at trýsta. Spælið var skjótt og tekniskt. Og í 25. minutti skoraði Jann Martin aftur. Einar leði eitt fríspark inn í brotsteigin úr høgru síðu. Bólturin varð høvdaður út aftur úr brotsteiginum, men bleiv so spældur innaftur til Jónhard, sum høvdaði uppá tvørs. Jann Martin var runnin innum AB-verjuna og setti bóltin trygt inn við nærmaru stong til 0-2.

Í eini roynd at steðga skjóta spælinum hjá NSÍ, leiktu AB-ararnir nokk so hart. Hinvegin vóru innlegg og skot hjá AB óneyv, og tí tóktist ongin vandi vera á ferð. Tá innleggini komu innfyri, tóku Jens og Per sær av teimum.

Men í 34. minutti bragdaði hjá AB. Haraldur rann væl aftur og taklaði bóltin frá einum AB-ara, ið var farin við ferð fram í okkara høgru síðu. Taklingin tóktist púra rein, og tí má tað metast sum greiður dómarafeilur, at hann valdi at døma bæði fríspark og at geva Haraldi gult kort. Tróndur Jensen sendi frísparkið inn móti málinum, har ein annar AB-ari var runnin inn. Bólturin slapp tó at halda fram ótarnaður í málið.

Nú var støðan 1-2, og tað vísti seg, sum at heimaliðið ernaðist av hesum. NSÍ vísti tó framvegis skjótt spæl, til tíðir kanska ov skjótt, og kundu bólttap havt við sær okkurt mál til AB aftrat.

Sum heild hevði NSÍ sitið tungt á spælinum í fyrra hálvleiki, men móti endanum var AB komið meiri inn í dystin.

Seinni hálvleikur var meiri javnur. AB løgdu bragdliga fyri og høvdu fleiri málmøguleikar í seinna hálvleiki. Men NSÍ hevði eisini kunna fingið fleiri mál – kanska serliga, um kontraspælið kundi givið úrslit, og um avgerandi skotini høvdu verið meiri neyv. Í 51. minutti kom Hákun á vøllin fyri Harald, og í 61. minutti kom Meinhard inn fyri Jónhard. Meinhard var raskur á vinstra kanti og hevði bæði møguleika at skora sjálvur og trekti okkurt grovt fríspark. Í 69. minutti kom Christian Høgni inn fyri Magnus. Christian Høgni hevði fleiri skot, og serliga tann eini møguleikin mitt fyri var sera stórur.

Seinastu løtuna trýsti AB nógv, meðan NSÍ royndi seg við kontraálopum.

Havandi dystirnar í ár móti AB í huga, var ein tættur dystur væntandi. Tó kundi verið ynskiligt, at leiðslan í byrjanini av dystinum varð økt enn meiri, soleiðis at eingin møguleika var hjá AB at koma aftur.

Tað avgerandi var tó, at NSÍ kundi fara heim aftur av Argjum við einum sigri, og at seinna helvt av kappingini er komin í gongd í øllum góðum. Mánakvøldið um eina viku vitjar ÍF við Løkin.

AB-NSÍ 1-2
7′ 0-1 Jann Martin Mortensen
25′ 0-2 Jann Martin Mortensen
27′ Gult kort Jens Joensen
34′ 1-2 Tróndur Jensen
38′ Gult kort Haraldur R. Højgaard
40′ Gult kort Dion B. Splidt
53′ Gult kort Dmitrije Jankovic
65′ Gult kort Álvur F. Christiansen

Liðið: Andras, Johan, Jens, Per, Einar, Jann Martin, Harald (51′ Hákun), Magnus (69′ Christian Høgni), Jónhard (61′ Meinhard), Pól Jóhannus og Klæmint. Á bonkinum eisini: Karstin og Michal.

Share.

Skriv et svar