1. deild: Helgi gjørdi comeback!

Tað vóru fín líkindi at spæla í gjár, tá okkara unga 1. deildarlið tók ímóti B71 við Løkin.

Allir vóru tó ikki líka ungir. Jens Martin Knudsen hevði nevniliga sent boð eftir veteraninum Helga L. Petersen, tí dystarskráin hjá 1. deild og unglinum er sera krevjandi fyri tíðina. Helgi gjørdi bart longu í 6. minutti, tá hann eftir gjøgnumspæl frá Jannik Mathias Olsen hegnisliga sett bóltin í málið.

Tjúgu minuttir seinni var Helgi aftur uppá spæl, tá hann setti fótin á innlegg frá evnaríka Petur Knudsen, og so var NSÍ á odda 2-0. Helgi mátti av vøllinum í hálvleikinum við skaða, og tískil mugu vit bíða eftir hat-trickinum!

B71 vóru fleiri ferðir nær við, men annaðhvørt var Karstin Hansen ella stongin fyri. Profilurin hjá B71, Símun Hansen, varð tó rikin av vøllinum stutt fyri steðgin, tá hann fekk sítt seinna gula kortið.

NSÍ hevði rímiliga lætt spæl í seinna hálvleiki, og teir gulu sótu á spælinum. Jann Benjaminsen slóð sigurin fastan við einum góðum máli í 60. minutti.

Ein góður innsatsur av teimum – fyri tað mesta – ungu monnunum úr Runavík.

Líknandi tíðindi