U16: Taptu toppdyst

Kappingin hjá U16 er við at náa klimax. Deildin er sermerkt við, at tað eru 4 rættiliga sterk, 2 miðal og 2 veikari lið í deildini. Okkara hava ligið væl fyri alt kappingarárið í tættari kapping við B36, Víking og HB. Leygardagin var ein av toppdystunum, tá okkara leiktu móti HB í Gundadali. Í allar fagrasta veðri floytaði Erling Eysturoy dystin í gongd.

Vit hava eitt sterkt lið, ongin ivi um tað. Tað vístu teir eisini í fyrra hálvleiki. Fyrsta løtan var merkt av nervøsum spæli. Tað endaði sum oftast við longum sendingum frá verjuni fram í álopið, men, tað kom lítið burturúr. So við og við arbeiddu okkara seg inn í dystin og tóku yvir. Serliga tá teir løgdu trýstið høgt á vøllinum, kom fjáltur á havnarmenninar. Og tað var júst í eini tílíkari støðu, at vit løgdu okkum á odda. Einsera væl leikandi Andri Benjaminsen legði trýst á verjuleikara, vann bóltin og smekkaði til úr 16 metrum. Bólturin streyk heilt í handara síðunet til 1-0 til NSÍ og 3 minuttir leiktir.
Vit hava ofta róst verjuni. Hon hevur verið krútsterk. Men, í dystinum í Gundadali manglaði at vera avgjørdur. HB sendi ein bólt langt fram í teirra høgru síðu, okkara bakkaðu undan og á ein ella annan hátt endar alt við einum trunkaspæli inni í okkara brotsteigi. Í tveimum umførum bjargaði Petur Sjúrður í málinum, men triðja royndin endaði í meskunum, og so stóð 1-1.
Tað vardi tó ikki longi, til okkara aftur vóru á odda. Eftir gott uppspæl endaði bólturin hjá Andra, sum hegnisliga lyfti bóltin inn til Steffan, sum við einum dundurskoti upp í nærmasta málhorn legði okkum á odda 2-1.
Restina av hálvleikinum vóru okkara greitt omaná. HB hevði ikki so frægt sum eitt skot á okkara mál. Seint í fyrra hálvleiki vunnu vit bóltin á egnari hálvu og sendu Aron avstað í vinstru. Hann fór framvið einum HBara og legði bóltin útfrá til Heðin, sum smekkaði til, bólturin endaði fyri føturnir á Steffani, sum hamraði bóltin í kassan. 3-1 til NSÍ í hálvleikinum, og tað sá veruliga gott út.
Seinni hálvleikur byrjaði við, at HB royndi at trýsta, men okkara høvdu púra tamarhald á. Og fleiri ferðir fóru okkara fra í skjótum mótálopum, sum eisini vóru vandamikil. Men tað var HB, sum skoraði fyrst. Burtur úr púra ongum smekkaði ein HBari til við brotsteigarmarkið, og bólturin sat í síðunetinum. Eitt gott skot.
Okkara fullu tó ikki í fátt. Enn manglaði besta málið í dystinum. Tað byrjaði við, at Rani vann bóltin heilt afturi í vinstra horni, og spældi fram til Heðin, sum legði aftur til Sjúrð Paula. Hann legði eina góða sending fram í vinstru, har Steffan tók ímóti. Við einum super trekki tók Steffan seg fram á HBhálvuna, bjóðaði av og lyfti so bóltin upp um HBverjuna til Andra, sum hegnisliga skoraði til 4-2. Nú manglaðu einir 10 minuttir at leika.
Men, so hendi nakað, sum ikki fær nærri viðgerð her. Dómarin dømdi tvey brotspørk til HB í sama minutti. Tey sótu ósvitaliga trygg í málinum, so tað bleiv 4-4. Tað var ein ordiligur frammaná.
Okkara góvu tó ikki upp. Vit fingu eisini eitt brotspark, tá Ernesto bleiv feldur, men vit megnaðu ikki at umseta tað til mál. Ístaðin skoraði HB tvey mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, so dysturin endaði við 6-4 til HB.
Tað vóru nakrir týðuliga skuffaðir dreingir, sum fóru av vøllinum. Teir spældu væl betur enn HB í 70 minuttir av dystinum. Ongin ivi um tað. Men, tá tað fór at ganga ímóti, høvdu teir ilt við at fóta sær. Sum úrslitini háttaður sær, so liggur NSÍ nú á øðrum plássi í deildini. B36 er 1 stig framman fyri NSÍ. Hesi liðini møtast við Løkin 5. septembur. Tað kann blíva dysturin um FM. Um okkara megna at spæla allar 80 minuttirnar við ferð, ágrýtni, nærlagni og eru avgjørdir, so er ikki stuttligt at vera útilið hendan dagin.
Næsti dystur verður leygardagin. Tá skulu okkara møta júst B36 í sjálvari steypafinaluni. Tá er gott við stuðli frá viðhaldsfólki. Drívið á dreingir. Njótið finaluna.

Líknandi tíðindi