U16: STEYPAVINNARAR

U16 dreingirnir hjá NSÍ eru steypavinnarar! Í einum nervabraki á Tòrsvølli drógu okkara longra stráið og vunnu 2-1 á favorittunum úr B36.
FSF gjørdi steypafinalukarmarnar framúr góðar, Tórsvøllur er vorðin ein einastandandi fjálgur leikvøllur og summarveðrið spældi við, tá finalurnar í steypakappingini vórðu leiktar leygardagin.
Okkara U16 dreingir skuldu reisa seg aftur eftir tapið móti HB fyri viku síðani. Finalan var móti B36, sum liggur á odda í landskappingini.
Okkara byrjaðu varliga. Kanska ov varliga. Ein freistast til at halda, at tað kundi skyldast, at 6 av leikarunum leiktu við U18 fríggjakvøldið, altso kvøldið fyri. Tað er sum at saðla tveir hestar og detta í millum báðar.
B36 koyrdi á. Teir vóru likamliga væl fyri, og vunnu flestu nærdystirnar. Okkara fingu ikki rættiliga lætta spælið at koyra. Sum heild høvdu okkara tó tamarhald á støðuni. B36 kom sjálvdan til nakrar vandamiklar støður. Og tá teir so komu til skot, so vardi Petur Sjúrður fyri.
Tað er ikki altíð, at liðið, sum spælir best, vinnur. Tað snýr seg um at skjóta mál. Og í 33. minutti løgdu vit okkum á odda. Pætur Hentze sendi eitt fríspark av miðjuni inn í brotsteigin hjá B36. Ein B36ari stútaði bóltin beint upp í loft, og tá málmaðurin royndi at lofta bóltinum, so kom Steffan ímillum og stútaði bóltin í tóma málið. 1-0 til NSÍ uttan stórvegis hóvasták. Í minuttinum eftir var B36 nær við at javna, tá teir sendu eitt skot við síðurnar av málinum. Hálvleikstøðan var 1-0 til NSÍ. Teir mongu áskoðararnir vóru nøgdir við støðuna, men vóru ikki heilt álvuligir við spælið.
Seinni hálvleikur byrjaði við einum B36 trýsti. Sum hálvleikurin leið, gjørdist trýstið enn meira, og tað fór so smátt at lukta av einum B36 máli. Og at enda gav trýstið úrslit. Okkara annars so sterka verja var ov lítið avgjørd, og B36 leikarar fingu høvi at spæla bóltin inni í okkara brotsteigi. Tað endaði við, at ein púra leysur leikari setti bóltin í netið til 1-1.
Nú kom fjáltur á uppi á áskoðaraplássunum. Men, á vøllinum hendi tað øvugta. Okkara dreingir stríddust manniliga. Heðin kom inn, og hann fekk okkara spæl at hanga betur saman. Hann hevði eisini eitt sera gott skot, sum tað sama kundi farið í mál. Sum heild vóru okkara betri enn B36 seinnu løtuna av seinna hálvleiki. Men, mál kom onki. Tá farið var inn í tíðina, sum dómarin legði afturat, var um reppið, at B36 fór við øllum. Eftir uppspæl endar bólturi í teirra høgru, har hann verður sendur inn fyri málið. Har stendur ein annar B36 leikari og smekkar til, og tey flestu sóu bóltin í málinum. Men, Petur Sjúrður í NSÍmálinum toygdi seg for og fekk sligið bóltin út til horna. Ein fantastisk bjarging í røttu løtini. Dysturin endaði 1-1, og so skuldi longd leiktíð til.
Í longdu leiktíðini høvdu okkara takið. Teir stríddust sum úlvar, og tað sást, at teir veruliga vildu vinna. Avgerðin fall beint fyri steðgin í umdystinum. Eftir horna endaði bólturin hjá Heðini, sum var staddur beint uttan fyri brotsteigin hjá B36. Hann gjørdi eina fintu, og bleiv feldur. Fríspark beint uttan fyri brotsteigin er vandamikið. Aron, sum hevði stríðst og kempað allan dystin, stóð klárur at skjóta. Málmaðurin setti múrin og gjørdi seg til reiðar at møta. Við einum super skoti smekkaði Aron bóltin upp um múrin og í málið til 2-1 til NSÍ. Ein fantastisk kensla. Tað lá í luftini, at B36 hevði onki at svara aftur við. Og tað høvdu teir heldur ikki. Okkara dreingir vunnu 2-1 í einum sera tøttum og spennandi dysti. Eitt avrik, sum teir og vit fara at minnast longi. Hjartaliga til lukku við steypinum, dreingir!
Komandi leygardag er aftur ein spenningsdystur á skránni. Tá verður toppdystur við Løkin, tá júst B36 kemur á vitjan. Vinna okkara, so leggja teir seg á odda í landskappingini. Koyr á NSÍ!

Líknandi tíðindi