U16: Mannfólkainnsatsur gav úrslit

Seinasta leygardag vunnu okkara U16 dreingir steypafinaluna móti B36 í einum tøttum dysti, har okkara avgjørdu í umdystinum. Somu lið møttust við Løkin leygardagin. Liðini liggja numma eitt og tvey í landskappingini, B36 fremst við einum stigi meira enn NSÍ, og tí var lagt upp til eitt oddabrak.
Og lat tað verða sagt beinanvegin. Tað bleiv ein tættur dystur, sum mongu áskoðararnir vóru vitni til leygardagin.
Í fyrra hálvleiki løgdu B36-dreingirnir hart út. Teir løgdu eitt ávíst trýst á okkara verju. Men, sum vit hava sagt fyrr, so hava vit eina krútsterka verju. Og tí komu teir ikki til so nógvar møguleikar. Tó so, einar tvær ferðir komu teir ígjøgnum í okkara høgru, heilt inn í brotsteigin, men skotini fóru væl framvið okkara máli.
Tað tóktist sum um, at váti vøllurin fekk bóltin at ferðast skjótt, so spælið gekk so skjótt, at liðini megnaðu illa at fylgja við. Tí vóru nógvar skeivar sendingar fyrstu løtuna. Og tað var júst ein skeiv sending frá okkara verju, sum setti vandmiklasta álopið í fyrra hálvleiki í gongd. Ein B36-leikari fekk óvæntað bóltin og sendi hann eftir jørð inn fyri málið, har ein annar smekkaði eitt hart flatt skot móti málinum. Men sum ein køttur vardi Petur Sjúrður í málinum fyri. Ein bjarging, sum telur líka nógv sum eitt mál í hinum endanum.
B36-dreingirnir eru likamliga væl fyri, og teir duga væl at flyta bóltin ímillum sín. Teir vunnu teir flestu luftdystirnar og kundu seta álop í gongd, men teir koma sjálvdan til stórar møguleikar. Okkara verja stóð væl. Kári stríddist væl á vinstra bakki, og Andrias spældi sum ein brandur í miðverjuni. Hann dugir væl at meta um spælið, hann er likamliga væl fyri, sterkur í luftspælinum, og so dugir hann at ferðast fram eftir vøllinum. Andrias var eyðsýndur í dag og taldist millum teir allarbestu.
Onkra hissini roynd høvdu vit á B36málið. Sølvi, sum leikti ein góðan dyst, Andri og Aron royndu, men tað bleiv ongantíð vandamikið.
Hálvleikstøðan var 0-0. Okkara vistu, at teir skuldu vinna dystin, um teir skuldu gera sær tankar um at vinna FM.
Teir komu eisini nógv betur frá byrjan í seinna hálvleiki. Hóast B36 spældi góðan fótbólt, so komu teir framvegis ikki til nakrar opnar møguleikar. Tað gjørdu okkara hinvegin. Eins og í hinum báðum dystinum móti B36 í ár, so lúgvaðust teir, og okkara komu meira fyri seg. Um miðjan seinna hálvleik tóku okkara yvir. Fyrst fekk Steffan eina langa sending inn í brotsteigin uttast í høgru, snýtti ein og legði flatt inn fyri málið, har Andri kom stormandi. Men Andri rakti ikki bóltin, og har kom onki burturúr. Beint aftaná sendi Aron eitt fríspark av miðjuni inn í B36-brotsteigin. Har stóð Mòrits Heini púra blankur, men stútarin fór beint framvið. Og minuttin aftaná fekk Jógvan ein líknandi møguleika, men hann fór eisini við síðuna av málinum. Nú lá eitt mál til okkara í luftini.
Men so tók besti B36-arin í dag, Hannis, bóltin, trekti til høgru og høgdi til. Til alla lukku brast bólturin á tvørtræið og út til málspark. Nú livdi dysturin. Mál kundi koma í báðum endum.
Tá tað restaðu einir 10 minuttir fáa vit fríspark úti í vinstru, beint við brotsteigarmarkið. Aron sendi eitt hart innlegg inn í feltið. Í millum gula vinir og hvítar fíggindar stóð Jógvan og snittaði bóltin, so hann smeyg sær inn um longru stong. 1-0 til NSÍ og rómurin vísti, at teir vistu, hvat var upp á spæl.
Armarnir vóru nóg illa komnir niður aftur, so var aftur mál. Aftur byrjaði tað við einum frísparki, hesaferð á miðjum vølli. Mórits Heini sendi skjótt Andra avstað í høgru. Andri legði afturfrá, har Steffan tók bóltin niður, legði sær bóltin til rættis og smekkaði til móti málinum. Hóast málmaðurin sá út til at hava tamarhald á skotinum, so kavaði bólturin undir hann og í málið. 2-0 og dysturin avgjørdur.
Samanum tikið var talan um ein mannfólkadyst við nógvum nærdystum. Í dystinum móti HB taptu vit upp á seinastu 10 minuttirnar. Síðani hava vit vunnið tveir toppdystir, og báðir eru avgjørdir seinastu 10 minuttirnar til okkara fyrimun. Dysturin móti B36 var eitt liðavrik. Tað er júst tað, sum hevur eyðkent U16 liðið í ár. Teir vístu, at hóast man ikki stýrir dystinum allar 80 minuttirnar, so kann man vinna.
Nú liggja okkara tvey stig á odda, í eini beinharðari kapping við B36, Víking og HB. Komandi leygardag koma teir úr KÍ á vitjan við Løkin. Vinna okkara tann dystin, sær tað gott út undan seinasta dystinum.

Líknandi tíðindi