U16: Gulldreingir!

0

Undan kappingini hjá U16 vóru dreingirnir úr B36 mettir sum favorittar at vinna bæði steypakappingina og landskappingina. Onnur lið, sum HB og Víkingur fóru, saman við NSÍ, at geva ávísa mótstøðu. Og tað gjørdu tey. Tá tað restaður 3 umfør í kappingini, vóru einans 3 stig millum nummar 1 B36 og nummar 4 HB. Spenningurin var ikki til at taka feil av.
Leygardagin bleiv so seinasta umfar leikt. NSÍ lá á odda við 32 stigum og B36 hevði 30 stig. Ein javnleikur hevði tryggjað NSÍ FM-heitið.
Seinasti dysturin varð leiktur í dýrdarveðri í Gøtu, har Víkingur tók ímóti. Víkingur kundi við javnleiki tryggja sær bronsukrúnurnar.
Tað vóru okkara, sum løgdu bragdligari fyri. So við og við settu okkara seg tungt á dystin. Víkingar royndu seg við longum sendingum, sum okkara verja við Andriasi og Sjúrði Paula mitt fyri hegnisliga tók sær av. Og um teir royndu at brúka miðvøllin, so vunnu Mórits Heini, sum var sera eyðsýndur í dag, og Sølvi allar nærdystirnar.
Trýstið á Víkingarmálið gjørdist størri og størri. Álopini skolaðu oman móti einum vælleikandi víkingamálmanni. Fyrr ella seinni mátti tað fara at eydnast. Og í seinastu minuttunum av fyrra hálvleiki lá endiliga fyri. Mórits Heini setti ferð á inn í brotsteigin í høgru síðu, setti einar tveir ella tríggjar víkingar av, áðrenn hann í tveimum umførum fær lagt bóltin inn fyri málið. Seinna innleggið kom beint fyri føturnir á Jógvani, sum eirindaleyst smekkaði bóltin í málið til 1-0 til NSÍ. Tað var fantastiskt at fara til hálvleiks við.
Seinni hálvleikur byrjaði nakað tamur. Okkara vóru óneyvir og fullu nakað langt aftur á vøllin. Miðskeiðis í seinna hálvleliki hendi tað, sum ikki skuldi henda. Ein bóltur varð sendur fram móti okkara málið, og beint tá málmaðurin skuldi taka bóltin varð hann snýttur, og bólturin streyk í málið til 1-1.
Hóast fjáltur kom á onkrar áskoðarar so setti veruliga okkara í gongd. Tað gingu ikki meira enn heilt fáir minuttir, so lá bólturin aftur í Víkingamálinum. Andri trekti fram í høgru og legði bóltin inn fyri málið til Aron, sum so smekkaði til. Bólturin fór millum vinir og fíggingdar í málið til 2-1 til NSÍ. Nú restaðu einir 10 minuttir av dystinum. Vit kunnu siga, at tá tað restaðu 10 minuttir í, varð kappingin um FM avgjørd. Nú skuldi Víkingur fáa tvey mál fyri, at tað skuldi kosta okkum meistaraheitið.
Tíbetur steðgaðu okkara ikki her. Teir trumlaðu Víking niður seinastu løtuna við góðum og ágangandi spæli.
Fyrst vann Sølvi bóltin heilt afturi á okkara hálvu, sendi fram til Heðin, sum spældi Steffan leysan úti í høgra borði. Steffan legði bóltin heilt tvørtur um vøllin til Andra, sum var komin stormandi. Andri var knappur og høgdi til beint uttan fyri brotsteigin, og bólturin streyk í málið til 3-1.
Løtu seinni kom túrurin Mórits Heina, tá hann við dundurlangskoti gjørdi tað til 4-1.
Seinasta málið í kappingini kom beint fyri dystarlok. Andri trekti fram í vinstru síðu og sendi inn fyri málið, har bæði Aron og Steffan stóðu púra blankir. Bólturin fór í málið, men hvør ið síðstur var á bóltinum, kunnu teir sleppa at avgera. Bólturin fór í málið, so endaliga støðan bleiv 5-1 til NSÍ, sum kann kalla seg greipuvinnara 2015.
Eftir dystin handaði umboð fyri FSF dreingjunum og venjarunum heiðursmerki og steyp.
Á veg út til Runavíkar, har móttøka var, koyrdu bilarnir í longum ræði, blunkandi og floytandi. Jú, stemningurin er einastandandi, tá man vinnur.
Man kann spyrja seg sjálvan, hví árið eydnaðist so væl. Svarið er neyvan einfalt. Heldur er talan um eitt samanfall av nógvum. Fyri tað fyrsta eru dreingirnir einastandandi ágrýtnir. Fyri tað annað eru foreldrini røsk at stuðla. Og fyri tað triðja eru venjararnir málrættaðir. Abraham Løkin og Jens Martin Knudsen hava fingið tað besta fram í dreingjunum og fingið teir at venja hart.
Fótbóltsárið 2015 er av, og vit hava vunnið bæði steypakappingina og landskappingina. Nú er at slappa av nakrar vikur, áðrenn farið verður til verka seinni í heyst. Takk fyri eitt mergjað ár, dreingir og venjarar.

Share.

Skriv et svar