Símun Rógvi spælir við NSÍ næsta kappingarár

0

Símun Rógvi Hansen og NSÍ hava skrivað undir 1-ára sáttmála, og sostatt spælir B71-málverjin við NSÍ næsta ár.

28-ára gamli málverjin hevur spælt 133 dystir í effo-deildini. Símun Rógvi er uppvaksin í B71 , og hartil hevur hann umboðað HB og AB. Hann hevur verið úttikin til A-landsliðið, men enn eigur hann fyrsta dystin tilgóðar á landsliðnum.

Símun Rógvi er ógvuliga spentur uppá at spæla fyri NSÍ, og hartil gleðir hann seg eisini til at spæla í Europa League.

Vit ynskja honum hjartaliga vælkomnum til NSÍ!

Share.

Skriv et svar