NSÍ-KÍ: Tryggur sigur og málmet í Effo-deildini!

Tá avtornaði bleiv talan um ein greiðan sigur, men langt inn í seinna hálvleik kundi dysturin farið báðar vegir. Pól Jóhannus gjørdist dagsins maður við einum reinum hattricki. Hartil komu vit upp á 72 mál í landskappingini, og tað eru 4 mál fleiri enn gamla metið.
Í 9. minutti sendir Árni ein góðan tvørbólt til Jonhard, sum skallar tvørturum á málmannin. Í 14. minutti er Klæmint ígjøgnum í høgru, men tað blívur ov spískt og skotið endar aftanfyri. Í 15. minutti er tað KÍ hornaspark har leysur bóltur verður skotin omanfyri. Í 19. minutti er tað Jóhan sum roynir seg við skotið aftaná gott smáspæl í høgru síðu, men skotið fer uppum. Í 20. minutti roynir Jonhard seg við skoti úr vinstru, sum málmaðurin bjargar. Í 21. sendir Árni ein góðan bólt innfyri, sum málmaðurin fær vippað afturum til horna. Í 24. min. hevur KÍ fríspark í høgru síðu, sum Gango boksar út til ein KÍ-ara sum skjýtur, men har er Klæmint fyri skotinum og ruddar.
Í 26. minutti leggja okkara seg á odda 1 – 0. Vit høvdu innkast frammi í høgru síðu, sum Einar kastaði til Pól Jóhannus, sum dregur framvið einum verjuspælara og sendir bóltin í netið úr spískum. Í 30. minutti hava KÍ-arnir eitt innlegg úr høgru, sum Heðin Klakstein skallar framvið. Ì 32. minutti sendir Jens eina super sending framtil Klæmint, sum bleiv púra leysur, men málmaðurin fær beint bóltin út til horna. Í 33. min. er tað Einar, sum lyftir inn til Klæmint, sum skallar á málmannin. Í 40. min. roynir Árni seg við góðum skoti, sum Meinhard má í fulla longd eftir og fær beint bóltin út til horna. Hornasparkið boksar málmaðurin beint út til Árna, sum langar til og verjan fær blokkerað út til nýtt horna. Hornasparkið kom til nærmaru, har Einar skallaði uppum.
Meðan okkara høvdu gott tamarhald á tí mesta í fyrra hálvleiki, so vóru tað KÍ-arnir ið løgdu bragdligari fyri í seinna hálvleiki. Páll Kletskarð kom inn fyri Heðin Klakstein, sum sá út til at vera darvaður av skaða. Longu i øðrum minutti hevur hann ein skallara eftir innlegg beint uppum.
Fyrsta møguleikan fingu vit í 48. min. aftaná gott álop, tá Einar spældi inn til ein púra leysan Magnus, sum skallaði uppum. Beint aftaná er Páll Kletskarð aftur leysur, men kiksar skotið við vinstra. Í 49. min. er innlegg úr høgru, sum kemur niður á yvirliggjaran og víðari út í hina síðuna. Í 57. min. royna klaksvíkingar seg við skoti, sum Gango blokkerar og heldur í aðru atløgu. Í 53. min. roynir Árni seg við frísparki, sum málmaðurin loftar.
Í 63. min. javnar KÍ. Eitt álop har bólturin bleiv sendur heilt fram í høgru síðu – lagdur innfyri og skallaður við nærmaru stong – blokkeraður út og í aðru atløgu bleiv rudda á mállinjuni, men linjuverjin markeraði fyri máli og tað var Hjalgrím sum bleiv noteraður fyri málið. 1 – 1 og dysturin púra opin aftur.
Í 67. min. sendi Árni ein bólt innfyri, men har var ongin at fylgja upp. Í 71. min. hava vit hornaspark, sum blívur ruddað út til Árna, sum høggur til, men har var for tjúkt fyri. Í 72. min. hevur KÍ eitt skot sum fer omanfyri, aftaná eitt sindur sjuskut verjuspæl. Í 73. min. verður fríspark gjørt ímóti Klæminti einar 18 metrar úti, men frísparkið endaði í múrinum.
Í 78. min. leggur Pól Jóhannus okkum á odda 2 – 1. Tað var Jann Martin sum spældi Pól Jóhannus, sum dróg ígjøgnum í vinstru síðu, framvið einum verjuleikara og langaði bóltin uppí nærmara horn.
Ì 80. min. er Pól Jóhannus aftur uppá spæl. Aftaná frálíkt uppspæl, har bólturin gekk ímillum fleiri, endaði alt við at Pól Jóhannus bleiv púra leysur mitt fyri málinum og setti hann trygt í netið til 3 – 1 og tá var alt í roynd og veru avgjørt.
Í 84. min. dregur Petur Knudsen ígjøgnum í høgru og leggur væl innfyri, men har er ongin at slutta av. Í 87. min. er tað Jónleif sum kemur ígjøgnum í høgru og ein verjuleikari tveitir seg og fær beint bóltin út til horna. Í 89. min. spælir Jónleif Petur, sum dregur skjótt framvið verjuni og langar bóltin beint uppum málið.
Í 90. min. spælir Pól Jóhannus innfyri til Jann Martin heilt inni í málteiginum, og skotið rakar beint á málmannin og løtuna aftaná er tað Petur Knudsen, sum dregur ígjøgnum í høgru síðu – leggur bóltin heilt tvørturvið málinum og við handaru fylgir Jann Martin upp og leggur bóltin í málið til 4 – 1.
Í 92. min. dregur Petur Knudsen aftur sera væl ígjøgnum í høgru – spælir Jónleif, sum spælir til ein púra leysan Jann Martin mitt fyri málinum, men skotið fór uppum.
Alt í alt ein uppiborin sigur og telja vit málmøguleikarnar, so er ongin ivi um hvør var rætti vinnarin – men fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, teknaði alt til ein tættan dyst, men tá okkara komu framum 3 – 1, var tað sum um at dysturin var avgjørdur.
Næsti og samstundis síðsti dystur í ár, verður sambært leikskránni á Argjum næsta leygardag kl. 14.00. Fyri okkum snýr tað seg um at staðfesta 2. plássi og harvið vinna silvurgreipuna.
NSÍ – KÍ 4 – 1 (1 – 0)

1-0 Pól Jóhannus Justinussen
1-1 Hjalgrím Eltør
2-1 Pól Jóhannus Justinussen
3-1 Pól Jóhannus Justinussen
4-1 Jann Martin Mortensen
NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Jens Joensen, Monrad H. Jacobsen, Einar Tróndargjógv -Jonhard Frederiksberg (56. Jann Martin Mortensen), Michal Przybylski (81. Petur Knudsen), Magnus H. Olsen, Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, – Klæmint A. Olsen (83. Jónleif Højgaard)

Líknandi tíðindi