U18: Vit eru føroyameistarar!

0

Tað eru fleiri umfør síðani, at tað gjørdist greitt, at okkara U18-dreingir eru føroyameistarar.

Seinasti dysturin varð spældur í gjár, og eftir 5-3 sigurin á EB/streymur/Skála, so kundi Kristmund Johannesen frá FSF handa okkara ungu røsku dreingjum gull-heiðursmerkini. Vit endaðu 10 stig frammanfyri nummar tvey, og tískil var eingin ivi um rætta vinnaran. Okkara dreingir mistu bara 3 stig alt kappingarárið.

Við 19 málum í 14 dystum gjørdist stórtalentið Petur Knudsen toppskjútti.

Tað eru bara eini 4 leikarar, ið ikki hava aldur til U18 næsta ár, og tískil eru vit heilt sikkurt at finna í toppstríðnum aftur næsta ár.

Hjartaliga til lukku við FM!

Share.

Skriv et svar