Viðv. grein í Norðlýsinum

1


Vísandi til greinastubba á heimasíðuni hjá Norðlýsinum í dag, sum hevur verið endurgivin í størri og minni mun av øðrum miðlum, verður boðað frá, at NSÍ ikki er um at fara á húsagang.

Eins og øll onnur feløg hevur NSÍ sínar avbjóðingar, eisini fíggjarligar, og arbeiðir nevndin við at loysa teir.

Tað, ið undirritaði helt seg siga í samrøðuni, var, at har vóru fíggjarligar avbjóðingar, og at vit sum ein og hvør nýggj nevnd vóru við at fóta okkum, m.a. við at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna hjá felagnum – herundir hvørjar skyldur eru, og hvørjir inntøkumøguleikar eru hjá einum føroyskum fótbóltsfelag. Hetta er alt ein natúrligur liður í arbeiðinum hjá einari nýggjari nevnd – at seta seg inn í øll viðkomandi viðurskifti.

Uppá beinleiðis fyrispurning um NSÍ var um at fara á húsagang, svaraði eg, at tað var vónleyst at svara uppá, fyrr enn man kendi øll viðurskifti. Hugsaði hetta sum ein teoretiskan spurning – ikki ein ítøkiligan. Og kundi eitthvørt fótbóltsfelag ivaleyst svarað tað sama.

Ivaleyst var svarið býttisligt. Skuldi sjálvandi bara havt svarað greitt: “Nei”.

Minnist meg eisini siga, at eg ikki visti, um NSÍ hevði størri fíggjarligar avbjóðingar enn onnur fótbóltsfeløg í Føroyum.

Sjálvandi er áhugin stórur í miðlunum fyri einum stórfelagi sum NSÍ – hetta er einki nýtt, og hevur sínar fyrimunir og vansar.

Vit í nevndini hava bjartar vónir til kappingarárið hjá øllum okkara 26 liðum og gleða okkum til næstu tveir heimadystirnar í Vodafone deildini, sum verða ávikavist móti  AB 4. mai og móti EB/Streymi 7. mai.

Sølvi Reinert Hansen, form.

Share.

1 kommentar

  1. Hattar var gott at hoyra. Havi sæð at liði ikki hevur nakran høvðus-sponsor, og hopi at tað kemur í rætt lag, men handan greinin fekk mítt hjarta upp at pumpa og sikkurt hjá mongum øðrum. Tað er nakað í tí, at man skal ikki trúgva øllum man hoyrur!

Skriv et svar