FaroeSoccer vitjar NSÍ í Runavík leygardagin 6. februar

0

Nú leygardagin kl. 10.30 verður forkunnugt tiltak í Runavík, tá Marni Mortensen frá FaroeSoccer fer at greiða frá arbeiði sínum við føroyskum fótbóltshagtølum. Staður: NSÍ-skrivstovan, Heiðavegur (inngongd millum Vodafone og Bókabúðina).

Marni sigur soleiðis um endamálið við vitjanini:

“FaroeSoccer hevur í longri tíð havt eina ætlan um at fara út kring landið at vitja feløgini – serliga eldri leikarar – at kunna meira um heimasíðuna.

Tað skerst ikki burtur, at tað er serliga frá eldru tíðini, at dómaraseðlar og upplýsingar mangla, og tá tað eldra ættarliðið harafturat (ikki løgið men tíverri) oftast er lítið á netinum, so kann vera trupult at fáa boðskapin ordiliga út um FaroeSoccer.

Høvuðsendamálini við tiltakinum eru sostatt tvey:

1) At kunna um verkætlanina FaroeSoccer yvirhøvur og um sjálva heimasíðuna, hvat er at finna har, og hvussu man finnur tað.

2) At fáa fundarfólkið – og síðani onnur – at taka aktivt lut í kanningararbeiðinum, so størri møguleiki er at finna manglandi upplýsingar um dystir, leikarar, dómarar, myndir, etc.

Skrásetingin hjá FaroeSoccer kann væl eisini kallast skráseting av søguni hjá feløgunum – serliga hagtalsligi parturin. Hetta er ikki gjørt fyrr – og fer neyvan at verða gjørt aftur heldur!

Eitt eyka endamál við tiltakinum er sjálvsagt eisini at skapa kontaktir og geva fólki møguleika at spyrja og koma við uppskotum til arbeiðið hjá FaroeSoccer.”

Øll eru hjartaliga vælkomin, og tey, ið kenna onkran frá hesum áður umrødda eldra ættarliðnum, ið ikki er á t.d. Facebook, eru vælkomin at boða teimum frá hesum tiltakinum.

Share.

Skriv et svar