Frásøgn frá aðalfundinum

Aðalfundur var mikudagin 24. feb í matarhøllini í skúlanum við Løkin, har útvið 50 fólk møttu.

Formaðurin í starvsnevndini, Sonni L. Petersen, tók væl saman um árið, ið nevndin hevur verið sera væl nøgd við. Málið um evropeiska luttøku er væl og virðiliga rokkið. Vit endaðu nr. 2 bæði í lands- og steypakappingini, so nú eru ikki nógvir møguleikar eftir, um úrslitið skal verða enn betur. Menningarliðið eydnaðist sera væl, og frammleiðir støðugt sterkar og spennandi ungar leikarar til besta hópin.

Rokniskapurin varð lagdur fram og góðkendur av aðalfundinum. Komið er frá einari negativari eginogn til eitt positivt úrslit. Felagið stendur tí fíggjarliga sterkari nú enn fyri einum árið síðani. Ætlanin er tó at halda sama fíggjarliga støðið.

Jonhard Hansen, formaður í fótbóltsnevndini, hevði síðan eina gjøgnumgongd av árinum hjá øllum hinum liðunum. Øll liðini hava gingið væl, og flest øll hava fingið góð úrslit. Áhoyrarnir løgdu oyrir til málskjóting í túsundtals klassanum, eins og neyvar frágreiðingar av ymsum støðum. Nevndin hevur umsitið heili 26 lið + 2 lið saman við B68, og skipað fyri 36 kappingum, ið er tað mesta nakrantíð. Eisini hava tiltøkini verið sera væleydnað; stuðulsrenning, ungdómsveitsla, og fótbóltsskúli hava verið, og til venjaraveitsluna vóru Jens Martin og Ábraham heiðraðir, eins og Hertha varð heiðrað eftir sera drúgva tænastu í felagsins nevndararbeiði. Vespureiðrið er aftur á skrá, nú á R7, so tað er at fegnast um, at tann parturin av felagsarbeiðinum verður tikin upp aftur. Til seinast takkaði Jonhard fyri, og fekk fjøldina at klappa fyri heiðurslimunum, Jákup Mortensen og Marna Olsen, sála.

“Øll tingini rundanum felagið eru bara ótrúlig” – Jonhard Hansen

Síðan var val av starvsnevndarlimum. Nevndin hevur eisini skipað seg, og sær soleiðis út:

Formaður: Sonni L. Petersen

Næstformaður og kassameistari: Kinna Fritsdóttir

Skrivari: Oddfríður Gaardbo

Nevndarlimur: Bjartur Nolsøe

Nevndarlimur: Eyðstein Skipanes

Tiltakslimir eru: Jóna Kristiansen og Bárður Højgaard

 

Vit takka fyri góðan fundarsið

 

Líknandi tíðindi