Jannik skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ
NSÍ og Jannik Mathias Olsen skrivaðu undir 2-ára sáttmála leygardagin.
Jannik er 17 ára gamal. Hann er framrættaður miðvallari, og spælir fyri tað mesta í vinstru síðu. Fótbóltsførleikarnir eru eyðsýndir, og Jannik hevur eisini spælt fyri ungdómslandsliðini.
Jannik spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini nú leygardagin, og kom hann væl frá uppgávuni.
Vit eru sera spent uppá samstarvið við Jannik, og vit gleða okkum til nógvar góðar dystir saman við honum.