|

4 nýggir sáttmálar

Miðalaldurin í hópinum komandi dyst verður einans 21,4 ár.

Sum liður í gongdini at menna og nýta egið tilfar, hevur felagið hevur í kvøld skrivað sáttmálar við fýra ungar og evnaríkar leikarar: Andri Benjaminsen (17), Aron Knudsen (16), Mórits Heini Mortensen (17) og Hans Marius Davidsen (17). Felags fyri allar er, at teir hava gjørt tað sera gott á menningarliðnum, ið higartil hevur staðið seg væl í 1. deild.

Talan er um veruligan elddóp, tí allir fýra verða partur av hópinum, sum í morgin skal leika ímóti B36 í Gundadali.

NSÍ ynskir nýggju leikarunum til lukku og vælkomnar í hópin.

Líknandi tíðindi