Nú kemur lív aftur í heimasíðuna
Eftir at heimasíðan í longri tíð hevur koyrt við lágum blussið, fara vit nú at seta eitt sindur meira av lívi í.
Kappingin er væl í gongd, og fyrsti triðingur av kappingini er skjótt farin. Heimasíðan hevur tíverri ikki heilt fylgt við í dagføringunum, men tað kemur nú.
Ert tú áhugaður í at skriva fyri heimasíðuna, eitt nú dystarfrásagnir, greinar, fjeppara-tíðindi ella tú hevur onnur hugskot, so set teg endiliga í samband við undirritaða.