|

Upptakt: Steypadystur við Stórá

Síðan lutakastið var í kappingini um Løgmanssteypið hevur tað verið greitt, at vit skuldu tveir túrar til Suðuroyar innan fáar dagar.
Í dag spæla vit ímóti TB í ársins fyrsta steypadysti, og mikudagin komandi spæla liðini landskappingardyst sama stað.
Onkrar broytingar eru í hópinum, ið var sera nógv skerdur ímóti B36. Nikolaj Køhlert er við aftur eftir skaða, Jens Joensen er við eftir karantenu seinast, og Magnus H. Olsen er við aftur í hópinum. Tríggir leikarar royndu seg fyri fyrstu ferð í bestu deildini seinast, og av teimum hava Andri Benjaminsen og Hans Marius Davidsen hava fingið møguleikan aftur, og Aron Knudsen, ið enn hevur debut til góðar, er við aftur í hópinum.
Einar Tróndargjógv er burturstaddur, Jannik Olsen og Jann Martin Mortensen eru skaddir saman við Andras Frederiksberg og Haraldur Højgaard, ið eru langtíðarskaddir.

Líknandi tíðindi