|

Víðari í steypakappingini: Toppskjúttin vísti aðrar dygdir!

Talan gjørdist veruliga um ein spennandi dyst, har serliga endin gjørdist dramatiskur.
NSÍ vann í dag ímóti TB í 1. umfarinum av steypakappingini, har venjarin hevði avgjørt at spara nakrar av lyklaleikarunum.
TB kom á odda í 24. min, tá Eirikur Ellendersen skoraði fyri heimaliðið. Pól Jóhannus javnaði til 1-1 í 55. min. Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen byrjaðu á beinkinum, men komu báðir inn í seinna hálvleiki. Tá 10 minuttir vóru eftir legði Per Langgaard NSÍ á odda 1-2.
Langt inn í yvirtíðina fekk TB brotsspark og Símun Rógvi reytt kort. Klæmint A. Olsen, ið hevur sett bóltin omanfyri 100 ferðir í netið, tók ábyrgdina á seg og fór í handskarnar. Albert Adu varð settur at skjóta, men Klæmint tveitti seg rættan veg og bjargaði! Hetta var síðsta spark í dystinum, tí beint eftir hetta floytaði dómarin dystin av.
NSÍ er víðari í steypakappingini, og kann í fjórðingsfinaluni møta: Giza/Hoyvík, Skála, B36, KÍ, EB/Streymi, HB ella Víkingi.

Líknandi tíðindi