|

Steypakappingin: Legenda vitjar aftur!

Lutakast hevur verið til fjóringsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

Í pottinum vóru tey liðini, ið ein kundi rokna við, tó undantikið Giza/Hoyvík, ið knógvaði effoliðnum av Toftum. Styrkin á mótstøðuni kundi tí variera nógv. Tá tríggjar av fýra fjóringsfinalum vóru trektar, var okkara bóltur enn í pottinum saman við felagsliðnum úr Sundalagnum. Okkara varð trektur fyrst, og tí eiga vit heimadyst ímóti EB/Streymi.

EB/Streymur hevur góða steypasøgu, og hevur vunnið kappingina í 2007, 2008, 2010 og seinast í 2011.

Millum fyrstu reaktiónirnar á sosialu miðlunum var okkara egni Sjúrður, sum nú spælir við EB/Streymi:

sjurdur

Vit gleða okkum so sanniliga eisini, og ynskja Sjúrði, EB/Streymi og fjepparum annars vælkomin til steypadyst við Løkin sunnudagin 8. mai.

Hinar fjóringsfinalurnar, ið verða sama dag:

Víkingur – HB

KÍ – B36

Giza/Hoyvík – Skála

Líknandi tíðindi