Jens – dagsins maður móti HB


Síðani dystin móti HB seinasta sunnudag hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti HB.

Nú atkvøðugreiðslan er stongd, liggur Jens Joensen klárt á odda við 23% av atkvøðunum. Hann fekk íalt 46 atkvøður av teimum 204 givnu atkvøðunum.

Nummar tvey og trý eru Christian Høgni og Jan Ingi við ávikavist 14% og 9%.

Vit fegnast um, at tað eru tríggir aðrir spælarar enn seinast, sum eru í topp 3. Hetta ber boð um ein breiðan hóp av dugnaligum og ídnum spælarum.

Tað er annars áhugavert at síggja, at heili 204 atkvøður eru givnar í mun til 176 seinast. Tað er bert gjørligt at atkvøða einaferð per ip-adressu, so tað eru altso 204 ymisk húsarhald ella arbeiðspláss, sum hava atkvøtt.

Vit ynskja Jens hjartaliga tillukku við heiðrinum, sum hann fekk fyri ein góðan dyst í miðverjuni móti HB!

Eftir dystin móti AB 4. mai verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

[poll id=”3″]
[singlepic id=210 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=214 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=221 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=222 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=237 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=252 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=267 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=268 w=320 h=240 float=]

Líknandi tíðindi