Børn undir skúlaaldur byrja í dag
Í dag, mikudagin 27. apríl, byrjar venjingin fyri børnum undir skúlaaldur. Vant verður á vøllinum við Løkin kl. 16-17. Minnist til at hava bólt við.
Í Havn skuldi føroyska U17-liðið royna seg ímóti Norra, og tað var eisini nær við at føroyingarnir fingu úrtøku burtur úr. Men dysturin endaði 1-0 til Norra, sum í 52. minutti skoraði einsamalla málið við brotssparki. U17 landsliðið var væl við allar 80 minuttirnar, men teir taptu upp á eitt brotsspark, sum væl kundi verið…
Í døgunum 10. til 14. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at luttaka í eini U17-minikapping í Swansea í Wales, sum UEFA skipar fyri. Umframt vertirnar og Føroyar, eru Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini. Í hesum sambandi hava venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen úttikið hesar 18 leikararnar: Teit Jacobsen, Hilmar…
Nú nærkast alvorliga til tað stóra brakið á Tórsvølli. Leygarkvøldið kl 19.45 er stóra brakið, tá NSÌ og B36 møtast í finaluni um Løgmanssteypið. Karmarnir rundan um hendan dystin verða heilt fantastiskir, og er hettar uttan iva stórsti dysturin í árinum. Ein finala, har øll lið ynskja at luttaka í. Vit eru fegin og stolt…
Seinasti dysturin hjá U-15 landsliðnum á Brøndby Cup, var spældur í dag. Føroyar vann ein greiðan sigur á B93. Ùrslitið var 5-1 til Føroyar eftir at hálvleiksstøðan var 2-1. Føroysku málini í dag skutu Meinhard 2, Jákup T. 2 og Betuel 1 Hagtøl: U-15 vs B93: 5-1 (2-1) 0-1: B93 1-1: Meinhard 2-1: Jákup T….
Langt um leingi bar til at spæla fótbóltsdystir aftur. Kappingin hevur verið tarnað av, at kavin ikki hevði hug at sleppa okkum heilt, og síðan var landsliðssteðgur. Í dag kom tó gongd í aftur hjá teimum vaksnu, og væl kom burturúr. Kvinnurnar spældu vesturi á Dungasandi, og lótu ongan iva verða. Stóra hetjan og dagsins…
Einaferð Johan lærarin á Toftum var á gátt hjá Arnholdi á Kvíggjarheyggi, ein dagin um døgverðamáli, siga teir í lurtinum frá andláti av manni, ið var um sama aldur sum Johan. Tá letur í honum: “Nú gongur toran í so nær.” Í dag hóskar hendan útsøgnin á fleiri mótum, og heldur í meira lagi hjá…