Børn undir skúlaaldur byrja í dag
Í dag, mikudagin 27. apríl, byrjar venjingin fyri børnum undir skúlaaldur. Vant verður á vøllinum við Løkin kl. 16-17. Minnist til at hava bólt við.
DAGUR DATO KL. DEILD LIÐ LEIKSTAÐUR Mánadagur 07-mai 19.30 Dreingir U-18 NSÌ-HB steypakapping Runavík Leygardagin 12-mai 08.30 Dreingir U-10 NSÌc,07Vc,KÌe,Víkc,HBi: norð.hálva Runavík Leygardagur 12-mai 08.30 Dreingir U-10 HBj,HBk,07Vd,KÌf: sunnara hálva Runavík Leygardagur 12-mai 10.45 Gentur U-10 NSÌa,B36c,B71,KÍc: norðara hálva Runavík Leygardagur 12-mai 10.45 Gentur U-10 B36 d, B36 e, 07 V c: sunnara hálva…
Aftur í ár er KJ ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru fegin um at KJ blívur við at stuðla felaginum, og takka hjartaliga fyri stuðulin.
Langt um leingi bar til at spæla fótbóltsdystir aftur. Kappingin hevur verið tarnað av, at kavin ikki hevði hug at sleppa okkum heilt, og síðan var landsliðssteðgur. Í dag kom tó gongd í aftur hjá teimum vaksnu, og væl kom burturúr. Kvinnurnar spældu vesturi á Dungasandi, og lótu ongan iva verða. Stóra hetjan og dagsins…
NSÍ hevur nú stovnað ein twitterprofil. Twitter er ein sosial nettænasta, har til ber at skriva stutt boð og fáa boð frá øðrum, so hvørt boð verða løgd út. Tænastan er serliga góð til at senda skjót boð til nógv fólk, og fæst til teldur og fartelefonir. Tað er ókeypis at stovna sær ein twitter-profil….
19. februar skipa NSÍ stuðlar fyri innandurakapping í Bylgjuni í Runavík fyri yngru liðini. Fimm leikarar eru á hvørjum liði, og møguleiki er at hava ein eykaleikara við. Kappast verður í aldursbólkunum:DreingirU15 (árg 2008 & 2009)U13 (árg 2010 & 2011)U11 (árg 2012 & 2013)U9 (árg 2014 & 2015)U7 (árg 2016 & 2017) GenturU16 (árg 2007,…
Àðrenn dystarbyrjan var støðan tann í landskappingini, at KÌ lá einum øðrum plássi við 17 stigum meðan okkara dreingir lógu á fjórða plássi við 15 stigum. Tað var tí greitt frammanundan at vinnarin í dag, vildi liggja seg á næst fremsta pláss, eftir at dysturin var liðugt spældur. Dysturin endaði við javnleiki 1-1 og soleiðis sum hini úrslitini lagaðu…