|

Upptakt: Aðru ferð á rað við Stórá

Kl. 16 í dag verður aftur dystur millum TB og NSÍ við Stórá. Tað eru bert tríggir dagar síðan liðini spældu ímóti hvørjum øðrum seinast – tá í steypakappingini. Í dag er tó ein heilt annar dystur, aðrar fortreytir, har trý stig eru at spæla um.

Hópurin í dag er broyttur nakað, tí Símun Rógvi fekk reytt kort seinasta dyst. Tí er Karstin í mál, meðan ungi Eli Joensen er eykamálmaður. Pól Jóhannus er sjúkur, og er tí ikki við. Annars er hópurin hesin: Jens Joensen, Per Langgaard, Monrad Holm Jacobsen, Jákup Andrias, Aron Knudsen, Petur Knudsen, Jóhan Jacobsen, Mórits Heini Mortensen, Andri Benjaminsen, Magnus Olsen, Jan Benjaminsen, Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Hans Marius Davidsen.

Dysturin kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá FSF

Líknandi tíðindi