|

8. umfar: TB 2 – 1 NSÍ

Seinna vitjanin við Stórá gav okkum einki.

Í dystinum, ið kundi síggjast beinleiðis á FSF-varpinum, høvdu okkara stóra part av spælinum. Møguleikar vóru ikki nógvir í dystinum, og neyvleikin kendist stundum fráverandi hjá báðum liðunum. Leingi tyktist dysturin at fara at enda við einari null-loysn, men 10 min undan leikloki skiftu bæði feløgini leikarar inn. Fyri TB kom Teitur Justinussen inn, og hesin legði mestsum beinavegin upp til Salmundur Bech, ið kundi leggja TB framum. NSÍ leikarnir vóru í øðini, tí TB’arin tóktist hava tiltuskað sær bóltin frá NSÍ verjuni heldur óregluliga. Okkara løgdu hart fyri hereftir, og bert 2 min seinni fingu vit brotsspark, eftir at dómarin metti, at Jens varð feldur. Hesum líkaði TB-leikarunum illa. Árni traðkaði skjótt til, og setti bóltin trygt í netið. Aftur tyktist javnleikurin mest sannlíka úrslitið. Í evstu løtu sendi TB tó eina langa avlevering fram í vinstru, har Adu vann kapprenningina við Per, rak inn eftir baklinjuni, og setti bóltin í málið. Í yvirtíðini dømdi dómarin óbeinleiðis fríspark inni í brotssteiginum hjá TB – helst helt TB málverjin bóltinum ov leingi. Hóast hetta førdi til nakrar royndir ímóti TB málinum, spurdist einki burturúr.

Annar suðuroyartúrurin gav tí einki við okkum heimaftur.

Vit liggja enn á einum 4. plássi. KÍ kann tó við sigri á Víkingi koma framum okkum.

TB 2-1 NSÍ (0-0)

83. min Salmundur Bech, 1-0

86. min Árni Frederiksberg, 1-1 (br)

88. min Albert Adu, 2-1

Sí dystin her:

Líknandi tíðindi