|

1/4 finalan: NSÍ 2-0 EB/Streymur (1-0)

Steypadysturin í dag gjørdist ikki á nakran hátt ein spennandi uppliving, men gjørdist meira at kalla ein avgreiðsluspurningur. Okkara vóru í kontrol av dystinum frá fyrsta bríksli, og ígjøgnum allan dystin hevði EB/Streymur stórt sæð ikki ein einasta møguleika á málið hjá NSÍ.

Liðið sá í dag soleiðis út frá byrjan:

 

Vit høvdu bóltin meginpartin av tíðini, men spælið tyktist at ganga heldur seint. Helst gjørdi hetta, at vit ikki lukkaðu dystin fult og heilt fyrrenn heilt seint, uttan at sigurin tó nakrantíð var í vanda. Tað var tó eisini trupult at koma ígjøgnum, tí EB/Streymur lá stóran part av dystinum og vardi við meginpartinum av liðnum.

Árni Frederiksberg legði heimaliðið á odda í beint undan hálvleikinum eftir gott uppspæl í høgru síðu.

Um miðjan seinna hálvleik fingu liðini hvør sín mann vístan av vølli – hjá okkum Per Langgaard. Hetta broytti ikki nógv uppá dystin, og trýsti frá heimaliðnum helt fram.

Tá áleið 5 min vóru eftir spældu vit enn einaferð væl upp í høgru, har serliga Petur Knudsen kom væl ígjøgnum, spældi til Árna, ið trekti hegnisliga inn í felti og legði bóltin tvørtur um aftur til Petur, ið kundi leggja bóltin heilt úti við nærmari stong. Eitt sera væl gjøgnumspælt álop.

Vit eru nú eitt av trimum eysturoyarliðnum afturat KÍ, ið eru eftir í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakast verður mánakvøldið um hálvfinalurnar, har vit kunnu møta Víkingi, KÍ, ella enda í rættari kommunuuppgerð ímóti Skála.

Líknandi tíðindi