U18 í hálvfinaluni í steypakappingini

0

Tað eru nakrir spennandi árgangir á veg í NSÍ. Teirra millum eru teir, sum manna U18 liðini. Mánakvøldið leikti U18a fjórðingsfinalu móti Giza Hoyvík í Havn. Teir lótu ongan iva vera um, hvørt av liðunum skuldi spæla seg víðari í kappingini.

Okkara byrjaðu heldur tamt ella varið. Koyrdu bóltin runt í egnum rekkjum. Hinvegin vóru hoyvíkskingar grammir og ágangandi fyrstu løtuna. So við og við tóku okkara tó yvir, og álopini gjørdust meira og meira vandamikil. Andri og Dávid høvdu stórar møguleikar, og Hans Marius stútaði á tvørtræið. Men mál spurdist ikki burturúr.

Tá einir 18 minuttir vórðu spældir, bragdaði. Ein væl leikandi Pætur Hentze sendi eitt innlegg inn í brotsteigin, har dagsins leikari, Hans Marius, smekkaði bóltin í kassan til 1-0

Løtu seinni bleiv tað 2-0. Tað hendi eftir skjótt mótálop, har fyrst Aron spældi Dávid á miðjuni, Dávid sendi bóltin heilt fram í vinstra borð, har Andri, sum eisini var sera sjónligur í dystinum, fór strúkandi og legði inn fyri málið, har Hans Marius høgdi bóltin í meskarnar.

Stutt eftir gjørdist 3-0, og tað var at kalla sama uppskrift. Aftur Hans Marius við síðsta fótinum. 3-0 gjørdist hálvleikstøðan.

Okkara sótu á øllum í seinna hálvleiki. Fyrst spældi Heðin Hans Marius leysan, og hann loppaði elegant upp um málverjan til 4-0. Móti dystarenda fingu vit 3 mál afturat. Fyrst setti Steffan krúllin á eitt horna. Síðani fekk 2 mál. Fyrra eftir at Pætur sendi tvørtur um vøllin til Mórits Heina, sum spældi Dávid inni í brotsteiginum. Dávid setti bóltin hegnisliga upp í longra hornið til 6-0. Dávid endaði eisini málveitsluna, tá hann skoraði eftir horna.

Samanumtikið ein væl leiktur dystur, har okkara settu dagskránna. Í hálvfinaluni skulu teir møta B36, sum vann sína hálvfinalu móti AB. Tann dysturin endaði við brotspørkum, har B36 dróg longra stráið.

Share.

Skriv et svar