12. umfar: HB 3-4 NSÍ (0-2)

Undirritaðið mátti í dag taka til takkar við at vera sofa-fjeppari. Kringvarpið vísti tó dystin beinleiðis, so málveitslan í Gundadali kundi, hóast sofuna, njótast til fulnar!

Vespurnar gjørdu av fyrstan tíð innrás í Gundadalinum, og í dagsins sera góða veðrið komu tær so sanniliga til lívs aftur!

NSÍ legði væl betur fyri, og lá høgt uppi á vøllinum og trýsti HB. Liðið ímóti HB:

Lyklastøður í dystinum:

8. min: HB góðan møguleika, tá teir sleppa ígjøgnum í høgru. HB leikarin fer beint ímóti málinum, og smekkar til, men beint á Símin Rógva. HB burdi helst fingið meira burturúr støðuni, tí annar HB leikari var við inni í brotsteginum. Stórur møguleiki.

10. min: 0-1, Pól Jóhannus Justinussen

Árni legði ein góðan bólt høgt inn úr høgru, og við handaru stong skallaði Pól Jóhannus bóltin í netið.

Eftir málið hevði HB eitt lítið trýst, men spælið hevur javna seg út. Smátendensir til onkrar góðar møguleikar, kanska serliga til heimaliðið.

23. min: Sera nær við at Árni økti til 2-0. Góður bóltur spældur fram av Peturi Knudsen inn um verjuna, har Árni kemur til skot. Fyrst roynir hann innlegg við vinstra beini, fær bóltin aftur, og skjýtur so við høgra beini beint yvir mótsatta málhorn.

NSÍ liggur og bíðar eftir HB, og letur heimaliðið hava bóltin á egnari hálvu.

41. min: 0-2, Klæmint Olsen (br)

Eftir gott uppspæl endar bólturin hjá Pól JóhannusPetur feldur, Klæmint sikkur

Hálvleikur

Fyrri hálvleikur hevur verið sera góður fyri okkara viðkomandi, og kenslan er, at vit stýra dystinum nokkso væl. Í seinnu helvt av fyrra hálvleiki hevur HB bóltin meginpartin av tíðini, meðan okkara liggja skilagott og bíða eftir møguleikunum.

HBarnir hava helst fingið ein ordans uppsang í hálvleikinum, tí teir byrja sera hart og leggja trýst á NSÍ.

50. min: 1-2, Poul Ingason. Eftir tvey hornaspark upp í slag fekk innskifti Poul Ingason høvdi á, og so var støðan 1-2.

56. min: 1-3, Petur Knudsen. Gott uppspæl í høgru, har Árni spælir Jóhan leysan. Jóhan leggur afturút til Petur Knudsen, sum smekkar bóltin í mál.

61. min: 2-3, Poul Ingason. Eftir eitt sindur av trunkaspæli tveitur Poul seg niður og skjýtur bóltin í mál.

HB trýstið er øgiliga stórt eftir útjavnandi málinum. Innlegg endaði á yvirleggjaranum, skot á stongina, og síðan varð bjarga á sjálvari málstrikuni hjá NSÍ.

78. min: 2-4, Pól Jóhannus Justinussen. Eftir stórt HB trýst kontrar NSÍ. Uppspæl í høgru, og enn einaferð er tað innlegg frá Árna Frederiksberg. Pól Jóhannus og HB málverjin fara upp eftir bóltinum, men hóast HB málverjin kann nýta hendurnar, er Pól Jóhannus sterkari í luftduellini. Bólturin fer upp í loft, og hoppar inn í málið.

90. min: 3-4, Øssur Dalbúð (br)

Liðugt

Hóast sitið var í góðum sessi, og skrivað varð ímeðan dysturin koyrdi á skíggjanum, var stundum trupult at fylgja við dystargongdini og fáa alt við. Ein fantastiskur dystur millum tvey sera góð lið. Vit kunnu bara fegnast um góða úrslitið, og gleða okkum til komandi dystir. GOTT DREINGIR!!!

Líknandi tíðindi