Ert tú limur í NSÍ? Nú hevur tú møguleikan!
Farið verður nú aftur undir at skráseta limir hjá NSÍ. Limir kunnu luttaka á aðalfundinum, ið er hægsti myndugleiki í felagnum. Í nøkur ár hevur felagið ikki gjørt so nógv við hendan partin av virkseminum, men tað verður so broytt nú.
Niðanfyri sæst §4 í viðtøkunum, har tað er viðtikið, hvussu nógv limirnir skulu gjalda. T.d. gjalda einstaklingar kr. 200,00, meðan eitt húski við børnum upp til 16 ár skal íalt gjalda kr. 300,00.
Limir koma í framtíðini eisini at fáa serlig tilboð, eitt nú tá árskort skulu keypast. Eisini kemur at vera okkurt lutakast millum limirnar. Tú teknar teg sum lim við at flyta limagjaldið á kontu.
Limagjaldið kann flytast á:
Kontu í Eik: 9181-1298528.
Kontu í Bank Nordik: 6460-1552599.
Limir og limagjald
§ 4.
Øll, herundir feløg og virkir- kunnu gerast limir í NSÍ RUNAVÍK F.C.
Íðkandi limir skulu verða limir í felagnum.
Limagjald verður ásett á aðalfundinum.
Limagjald verður at áseta soleiðis:
Einstaklingar 200,00
Pør 250,00
Húski, foreldur við børnum upp til 16 ár. 300,00
Virkir 500,00
Feløg 500,00