U18a vann seg í endaspælið um FM

U18a hevur leikt seg í endaspælið um FM. Tað var greitt fyri fleiri vikum síðani. Liðið hevur sum heild leikt góðan fótbólt, men hevur í seinastuni ikki havt somu styrki.
Mánadagin leiktu dreingirnir seinasta dystin í bólkaspælinum. Dysturin varð leiktur við Margáir og var móti EB/Streymi, sum undan dystinum lá á 5. plássi við 7 stigum. Lat tað verða sagt beinanvegin. EB/Streymur vann dystin 3-2 eftir at onki mál kom í fyrra hálvleiki.
Lítil munur var á liðunum. Fyrstu løtuna hevði EB/Streymur takið og hevði onkran næska roynd á NSÍ-málið, men onki mál spurdist burturúr. Sum hálvleikurin leið, tóku okkara yvir. Teir spældu væl fram móti brotsteiginum hjá EB/Streymi, men tað gjørdist ikki veruliga vandamikið.
0-0 var hálvleikstøðan, og tað mundi vera um eina leið.
Í hálvleikinum skifti NSÍ nógv út. Jóhann Gaardbo kom inn í verjuna, hann hevur verið úti við drúgvum skaða. Og júst Jóhann gav seg til kennar, tá Andri sendi eitt hornaspark inn fyri málið. Jóhann varð hægstur og stútaði bóltin í málið til støðuna 1-0 til NSÍ.
Men tað var ikki longi, at NSÍ megnaði at liggja á odda. Eitt heldur tilvildarliga dømt fríspark millum miðjuna og NSÍ brotsteigin varð skrúvað inn móti málinum. Ein EB/Streymari var hægstur beint undir málinum, men Petur Sjúrður í málinum bjargaði í fyrstu atløgu, bólturin ferðaðist so leyst inni á 5 metrinum, har hann á ein ella annan hátt endaði í málinum til 1-1. Og heilt stutt eftir endaði ein NSÍ-villa á miðjuni við, at ein EB/Streymari gjørdist púra leysur við okkara málmanni og setti bóltin trygt í netið til 2-1 til EB/Streym.
Eftir hetta royndu okkara at leggja trýst á, men sundalagsdreingir høvdu nú fingið mót um gott úrslit, og vardu manniliga. Teir stríddust fyri hvønn bólt, og tað gjørdi tað trupult at spæla seg ígjøgnum tøttu verjuna. Tó so, nakrir møguleikar spurdust burturúr, men okkara megnaðu ikki at umseta teir til mál.
Tá tað restaðu 5 minuttir í, bragdaði. Eitt horna úr okkara høgru varð sent heilt fram við málinum, har Aron kom strúkandi. Ein EB/Streymaleikari helt nakað nógv í Aroni, sum hegnisliga datt. Dómarin dømdi brotspark, og tað sendi liðskiparin, Jann Benjaminsen, trygt í netið til 2-2.
Nú mundu tey flestu vænta, at sigursmálið eisini mundi fara at koma.
Men armarnir vóru nóg illa komnir niður aftur, tá EB/Streymur aftur legði seg frammum. Okkara verja megnaði ikki at rudda eina langa sending frá EB/Streyma-málmanninum burtur, og endin varð, at ein leikari gjørdist leysur og skoraði til 3-2. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Skulu vit taka samanum, so var hetta ikki nøktandi úrslit. Tað tóktist sum um, at dreingirnir ikki vóru nóg væl upplagdir, kanska tí, at dysturin so at siga ongan týdning hevði fyri stigatalvuna. Leikararnir hildu ov longi bóltinum, og tí gekk spælið alt ov seint. EB/Streymararnir vóru avgjørdir, tá teir fóru í tvídystirnar. Okkara høvdu ov góðan hug at hoppa uppum ella taka seg aftur í nærdystunum. Skal liðið gera nakað um seg í endaspælinum, so skal spælið ganga skjótari, menn mugu vera grammari og vilja vinna nærdystirnar, og vera skarpari í álopspartinum.
Nógv útskifting er á liðnum. Tað kann merkja, at liðið ongantíð verður samanspælt sum lið. Gamaní er hetta alt ein partur av leikaramenningini og hetta kann lata seg gera í innleiðandi bólkaspælinum. Tá nú endaspælið byrjar, eru fyritreytirnar broyttar. Skal liðið vinna dystirnar móti teimum sterku liðunum, er neyðugt, at leikararnir spæla saman.
Spennandi verður at fylgja liðnum, tá endaspælið byrjar. Næsti dystur er tó ikki um FM. Komandi mánadag, 20.juni, skulu dreingirnir spæla hálvfinalu móti B36. Tann dysturin verður leiktur við Løkin í Runavík, og tá er gott við stuðli úr skýlinum. Tað hevði verið deiligt við einum gulum liði afturat í steypafinaluni.

Líknandi tíðindi