|

Kunning ísv 2. hálvfinaluna í steypakappingini!

2. hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið verður í kvøld kl. 18.30.

Eystanstevnan verður komandi vikuskiftið, men longu nú eru parkeringsviðurskiftini kring ítóttarøkið við Løkin sera ávirkað av hesum, og tað er avmarkað hvat er tøkt av vanligu parkeringsplássunum. Tí vilja vit vísa til onnur økir, eitt nú aftanfyri Runavíkar skúla, við Skótahúsið við Løkin, Barnagarðin á Mýrunum og annars stóra parkeringsøkið á havnalagnum við Lynfrost.

Hjá heimafjepparum í nærumhvørvinum er upplagt at lata bilin standa, og fáa dagsins rørslu avgreidda, tí veðrið verður av tí fagrasta:

vedrid_15.06

Til seinast er her ein lítil áminning um, at tá talan er um steypadyst, eru árskortini ikki galdandi.

Líknandi tíðindi