U18 í steypafinaluni

Sum annað liðið hjá NSÍ hevur U18 spælt seg í steypafinaluna 2016. Hetta gjørdist greitt, tá liðið mánakvøldið endaði eystanstevnuna við at vinna hálvfinaluna móti einum sterkum B36 liði. At talan var um týdningarmiklan dyst, sást á manningini. Higartil eru 30 ymiskir dreingir skrásettir at hava spælt dyst fyri U18a hjá NSÍ. Til hesa hálvfinaluna hevði venjarin, Jens Martin Knudsen, leitað tað sterkasta liðið fram. Petur, Jannik, Jann og Hans Marius eru allir skrásettir fyri fleiri dystir í Effo-deildini. Liðið hjá B36 hevði eisini tunga skjútsið við.
Fyrri hálvleikur var sera javnur. Dysturin bylgjaði aftur og fram. Stundum hevði NSÍ spentar støður framman fyri B36-málið og stundum øvugt.
Í 14. minutti kom hol á. Bólturin varð spældur fram til Petur, sum stóð í miðkringinum. Við eini elegantari avlevering sendi hann Jannik avstað í høgru síðu. Ongin megnaði at fylgja Janniki, sum rann allan vegin inn í brotsteigin. Tá hann skuldi skjóta, kom eitt B36-bein fyri, og bólturin gekk leysur inni á fimmmetrinum. Har var Hans Marius, sum var sera sjónligur í dag, fyrstur á og prikaði bóltin seinasta pettið í málið til 1-0. Sera væl spælt mál.
Lítla løtu seinni var Jannik aftur upp á spæl í brotsteiginum. Hesaferð fekk hann tó eitt skump, tá hann skuldi avslutta, so tað spurdist onki burturúr.
Næsta møguleikan átti B36. B36 er mannað við sterkum og skjótum leikarum, og tað var ein av teirra skjótu leikarum, sum setti ferð á á egnari hálvu. Hann sneiddi lættliga og elegant framvið fleiri NSÍ-leikarum og endaði við at koma púra leysur móti Karstini í okkara málið. Men, Karstin kom sera væl út og bjargaði í fyrstu syftu. Bólturin stakk tó beint fyri føturnar á sama leikara, sum í aðru syftu átti at skora, men, lukkutíð, rakti hann ikki málið.
Bæði liðini fingu hornaspørk, sum lógu væl og vóru vandamikil, men onki spurdist burturúr.
1-0 var hálvleikstøðan í einum jøvnum og spennandi dysti um at sleppa í steypafinaluna.
Nú skuldi ein trúð, at B36 fór at leggja nógv fyri í seinna hálvleiki. Tað gjørdu teir helst eisini, men okkara skulu rósast fyri, at teir arbeiddu hart og miðvíst. Jóhann í verjuni og Mórits Heini á miðjuni stýrdu verjupartinum væl, og í álopinum stóð Hans Marius seg væl, helt væl upp á bóltin og stríddist væl. Úti í síðunum vóru Jannik og Jann sera sjónligir. Tí komu B36 ikki til tað heilt stóra í seinna hálvleiki.
Tá ungir dreingir spæla ein harðan dyst, har nógv stendur upp á spæl, kann nógv henda. Aron kom harðliga í eina takling og fekk púra rætt eitt gult kort. Men, B36-leikarin gjørdi eitthvørt, sum dómarin sektaði við reyða kortinum. So skuldi B36 leika restina av dystinum við 10 monnum.
Lítla løtu seinni, í 74. minutti punkteraði dysturin. Eitt sera gott álop byrjaði heilt úti í høgru síðu, har Pætur og Jannik spældu væl saman. Bólturin ferðaðist runt í egnum rekkjum til Jóhann og Sjúrð Paula. Bólturin varð sendur heilt fram til Jann, sum hegnisliga fór framvið verjuleikaranum og smekkaði flatt inn fyri málið, har Hans Marius stóð og gjørdi arbeiðið liðugt. 2-0 og dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk B36 pyntað upp á úrslitið við einum vøkrum langskoti. 2-1 gjørdist endaliga úrslitið, og tað merkir, at NSÍ skal spæla steypafinalu á Tórsvølli 26.august. Hitt liðið í finaluni er HB. Teir vunnu 3-1 á KÍ í Klaksvík.

Líknandi tíðindi