Vunnu við 10 monnum 2-1 móti føroyameistarunum

Í góðveðrinum hóskvøldið varð fyrsti dysturin í 16. umfari í Effodeildini leiktur við Løkin. Føroyameistararnir úr B36, sum undan dystinum lógu nummar 4, vitjaðu NSÍ, sum lógu nummar 3. Lagt var upp til ein spennandi dyst, tí hesi liðini leika góðan fótbólt.
Tað var eisini undirhald frá fyrsta floyti. Okkara høvdu fyrsta møguleikan, men Trygvi Askham, sum vardi málið hjá B36, tók fyrstu atsóknina. B36 arbeiddi seg meira og meira inn í dystin. Hetta førdi við sær, at okkara løgdu nógv fyri í taklingunum. Tað kostaði kort, og longu eftir fyrsta korterið høvdu tveir í okkara verju fingið gula kortið. Tað kann gerast avbjóðandi, tá verjuleikarar fáa kort tíðliga í dystinum. Tað gjørdi tað eisini hesaferð. Bert 6 minuttir eftir, at Jákup Andrias hevði fingið gula kortið fyri harða takling á Pingel, fekk hann seinna gula kortið og harvið reytt. Hetta hendi, tá hann framdi eitt lítið fríspark miðskeiðis á vøllinum. Dómarin, Eiler Rasmussen, var kanska nakað skjótur at revsa við korti. Onkur annar dómari hevði helst latið Jákup Andrias sloppið við eini átalu. Veruleikin var tó tann, at okkara skuldu leika við 10 monnum seinastu 70 minuttirnar.
Fyrstu løtuna eftir útvísingina gekk javnt á. So við og við var B36 meira á bóltinum, og teir komu til fleiri góðar og vandamiklar støður. Mál fingu teir tó onki, fyrst og fremst tí, at Símun Rógvi í okkara máli stóð ein branddyst. NSÍ satsaði meira upp á skjótálop og deyðbóltstøður.
Í seinasta minuttinum fyri steðgin fekk Pól Jóhannus bóltin í vinstru síðu. Hann spældi hegnisliga millum beinini á B36ara fram til Monrad, sum kom tuskandi. Hann smekkaði inn fyri, har bólturin endaði á hondini á Hørdi Askham. Brotspark til NSÍ! Klæmint varð settur at skjóta, og hann var tryggur og legði NSÍ á odda 1-0. Tað gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki kundi ein vænta, at B36 fór at leggja nógv fyri. Tað royndu teir helst eisini, men okkara arbeiddu gróthart, og lótu ikki B36 koma til nakrar nevniverdar møguleikar. Onkur horna vóru vandamiklastu møguleikarnir.
Tá eitt lið trýstir so nógv, sum B36 gjørdi, er gott at hava skjótar leikarar til at fara í skjót mót álop. Teir leikararnar eiga vit. Av og á fingu okkara skjót mótálop í lag, og eitt av teimum gav úrslit. Best sum møguleikin tóktist vera av, vann Jóhann bóltin aftur, setti ferð á og smekkaði til, tá hann kom inn í brotsteigin. Trygvi Askham í málinum bjargaði í fyrstu atløgu, men bólturin stakk út til Klæmint, sum prikaði hann seinasta pettið í málið til 2-0 til NSÍ.
Nú legði B36 seinasta trýstið á. Talan var mest um power play næstu løtuna. B36 hevði eitt hav av innleggum og hornaspørkum, men hvørja ferð stóð antin ein vælleikandi Símun Rógvi í vegin, ella kom ein verjuleikari sendandi. Okkara stríddust sum fyri lívinum, og tað var einastandandi at síggja, hvussu teir arbeiddu. Og tað helt. Tó so, í tíðini, sum dómarin legði afturat, fekk B36 pyntað um úrslitið til 2-1, sum gjørdist endaliga støðan.
Skulu vit taka samanum, so mugu vit siga, at okkara hava fingið hár á bringuna. Teir arbeiða hart og stríðast fyri hvørjum bólti. Verjan tóktist væl betur skipað. Miðjan vinnur nógvar bóltar, og bæði Árni og Pól Jóhannus tykjast at vera væl fyri. Eisini er tað ein avgjørdur styrkur, at Høgni Madsen er komin í felagið. Og í Klæminti Olsen eiga vit so avgjørt besta áleypara í landinum. Sigurin ber við sær, at vit framvegis eru við í oddinum. Alt eftir hvussu hini úrslitini laga seg, so liggja vit í top 3, tá farið verður i summarfrí. Tað er góðkent.
Næsta uppgáva er stór. Vit møta Shaktyor Soligorsk úr Hvítarusslandi í Euroleague í komandi viku. Vónandi verður stuðulin frá áskoðarunum góður til tann dystin, sum helst verður leiktur á Svangaskarði.

Líknandi tíðindi