Tobias Wittus Olesen skiftir frá Silkeborg til NSÍ

20 ára gamli høgri bakkurin Tobias Wittus Olesen hevur í dag skrivað undir sáttmála við NSÍ. Sáttmálin er galdandi restina av kappingarárinum.

Tobias Wittus Olesen hevur spælt við U19-liðnum og eykaliðnum hjá Silkeborg. Hann er sostatt fyrrverandi liðfelagi hjá Betuel Hansen. Teir vóru tó bara fyrrverandi liðfelagar í 13 dagar, tí í dag gjørdist greitt, at Tobias kemur at spæla við NSÍ.

Okkara høvuðsvenjari Anders Gerber lýsir Tobias soleiðis:

– Jeg kender Tobias som en hurtig og dynamisk forsvarsspiller, som altid arbejder hårdt for at opnå succes. Han er altid topmotiveret og engageret, og det bliver spændende at se, hvordan han kan udvikle sig yderligere i NSÍ de næste 3 måneder.

Tað er samstundis greitt, at vit siga farvæl við Jóhan Jacobsen, ið hevur spælt sín seinasta dyst fyri NSÍ í hesum umfari. Vit vilja takka Jóhan fyri tíðina, og samstundis ynskja vit Tobias vælkomnum til NSÍ.

tobiasbetuel

Myndir: Tobias og Betuel hava spælt saman í Silkeborg.

 

Líknandi tíðindi