Forloysandi sigur í Gøtu: Víkingur-NSÍ 1-2

NSÍ hevur í dag vunnið 2-1 á høgtflúgvandi víkingunum í Gøtu. Christian Høgni og Einar skutu okkara mál.

Dystarfrásøgn við Marnari Pattinson:

Eftir stórtapið í Klaksvík seinasta sunnudag skuldu okkara menn royna at reisa seg í dagsins dysti ímóti Víkingi. At spæla ímóti Víkingi er altíð trupult og í dag var einki undantak. Víkingarnir máttu vinna um teir skuldu halda sambandi við B36 og Eb/Streym, eins og okkara menn mugu fáa stig á kontoina aftur, um fjórða plássið, sum í løtuni gevur evrupeiska luttøku ikki skal koma í vanda.

Byrðjunaruppstillingin hjá NSÍ sá soleiðis út, í málinum Andras Gango, í verjuni Jónhard Frederiksberg, Fritleif í Lambanum, Jens Joensen, Einar T. Hansen. Á miðjuni Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen og Mamuka. Í álopinum sum vanligt Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen.

Frá dystarbyrðjan sást týðuligani at okkara menn vóru rættuliga tendraðir og lógu tætt í mótstøðumonnunum. Men fyri tað mesta gekk tað fyri seg á miðvøllinum har tað bleiv veruliga kempa um hvønn bólt. Málmøguleikanir vóru ikki nógvir til hvørki av liðnum, men tá í 8 min vóru leiktir stríddi Mamuka seg innum Víkinga verjuna og leggur innfyri, men heimamennirnir fáa rudda burtur.

Tá ið 15 min. vóru leiktir sleppur Christian Høgni framvið fleiri mótstøðumonnum á miðjuni og spælir bóltin væl út í høgru síðu til Debes sum setir ferð á og fær lagt væl innfyri, men ein bláur er fyrstur á bóltinuum og fær rudda burtur. Christian Høgni var sera væl upplagdur í dag og var hann ein støðug hóttan fyri heimamennirnar við sínum skjótu driblingum.

Í 22 min. hava Víkingarnir fyrsta málmøguleikan, sum kom eftir eitt skjótálop, men Gango bjargar skotinum frá Finni Justinussen. Beint eftir hetta fara okkara menn í skjótálop, Christian Høgni og Debes spæla væl saman, men aftur hesaferð eydnast tað Víkingum at rudda burtur.

Í 25 min. er Christian Høgni aftur uppá spæl, er um at gerast leysur og fær skot á, men hettar verður tíverri blokerða í evstu løtu. Løtu seinni fara Víkingar í skjótálop sum endar við at Sølvi skjýtur beint framvið málinum hjá Andrassi Gango.

Tá ið 29 min. eru farnir má Mamuka fara av vøllinum við skaða og inn kemur Ari Ó. Ellingsgaard. Og Ari er uppá spæl beinavegin, vinnur ein nærdyst við Bárð úti í vinstru síðu og fær skrætt seg leysan, leggur væl innfyri til Christian Høgna, sum smekkar til, men tíverri kemur eitt Víkingabein í vegin.

Í 37 min. tekur Jónhard ein ordans solotúr, setir fleiri Víkingar av og endar hettar við at teir eru noyddir at fella hann nakað uttanfyri brotsteigin. Eiler dømir fríspark, sum Einar skjýtur, Geza Turi bjargar, men missir bóltin eitt sindur frá sær og er Ari skjótur á honum, men Geza fær akkurát fatur í bóltinum aftur áðrenn Ari fær sett fótin á. Ari spældi sera væl og skilagott og sær hann út til at hava sera góðan bóltførleika eins og hann er skjótur.

Tá ið uml. 40 min. eru leiktir dømir Eiler eitt ivasamt brotspark til Víking eftir at Gango og Finnur rendu saman. Sam Jacobsen setir bótin trygt í netið til støðuna 1-0 til Víking. Eftir hettar hendi ikki tað stóra, soleiðis at hettar eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki høvdu okkara menn vindin í ryggin. Teir settu ferðina upp og spældu sera væl efti jørð. Longu í 46 min. vóru Víkingarnir ávaraðir eftir at Jens stútaði eitt hornaspark beint uppum.

Tá ið uml. 50 min. eru leiktir fær NSÍ straffi eftir at Ble kennir seg noyddan at fella Christian Høgna sum var at gerast púra leysur inni í brotsteiginum. Christian Høgni setur brotssparkið trygt í netið til støðuna 1-1, og sjálvandi stór frøði á okkara leikarum og áðskoðarum.

NSÍ var nú klárt betra liðið og lá eitt mál avtrat líkasum í luftini. Og tá ið uml. 60 minuttir vóru leiktir skorðar Einar við høvdinum eftir hornasparks innlegg, til støðuna 2-1 til NSÍ. Hettar var eisini fult uppiborið og í tráð við leikgongdina. Víkingarnir tóktust skelkaðir og í eini roynd at koma afturíaftur í dystinum, bleiv Atli fluttur fram í álopið.

Seinasta fimtan minuttirnar av dystinum royndu Víkingarnir at leggja eitt trýst á okkara menn og gav hettar teimum nakrar møguleikar. Men teir vóru ikki nóg neyvir í avgerðandi løtunum soleiðis at dysturin endaði við einum 2-1 sigri til okkara menn.

Hettar var ein uppreisn til okkara menn, sum hava havt tað trupult seinastu tíðina. Avrikið í dag var eitt liðavrik, allir menn arbeiddu knallhart allan dystin og gav hettar eisini úrslit. Hettar er gott at hava við í viðførinum til næsta dyst, sum verður ímóti HB við Løkin mánakvøldið 10 okt.

Koyri á dreingir!

Víkingur-NSÍ: 1-2 (1-0)

40 min. 1-0 Sam Jacobsen

50 min. 1-1 Christian Høgni Jacobsen

60 min 1-2 Einar T. Hansen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Fritleif í Lambanum, Einar T. Hansen – Mamuka(Ari Ellingsgaard), Jústinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen(Árni Frederiksberg), Debes Danielsen – Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen

Niðanfyri eru myndir, sum Johnny Lamhauge tók.
[nggallery id=187]

Líknandi tíðindi