Lóg fyri NSÍ RUNAVÍK FC

Navn, litir og heimstaður
§ 1.
Navn felagsins er NSÍ RUNAVÍK FC
Litir felagsins eru gulir og svartir
Heimstaður felagsins og tingstaður er Runavikar kommuna.

Endamál
§ 2.
Endamál felgsins er at virka til frama fyri fótbólti í Runavíkar kommunu.

Roknskapur
§ 3.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Limir og limagjald
§ 4.

Øll kunnu gerast limir í NSÍ Runavík FC

Íðkandi limir skulu verða limir í felagnum

Limagjald verður ásett á aðalfundinum

Limagjald verður ásett at verða:

Limagjald er 200,-

Ein íðkandi sum betalur luttøkugjald er limur í NSÍ.

Limur sum hevur meira enn 1 ára eftirstøðu í limagjaldi, verður strikaður
Og hevur ikki atkvøðurætt á aðalfundinum.
Somuleiðis hevur hann heldur ikki atgongd til tiltøk, ið verða skipaði fyri limir hjá felagnum.

Heiðurslimir
§ 5.
Starvsnevndin avgerð hvør og hvørji gerast heiðurslimir í NSÍ RUNAVÍK FC
Í hesum sambandi skal heiðursbræv gerast til heiðurslimin.
Heiðurslimir hava ókeypis atgongd til øll tiltøk, ið felagið skipar fyri.

Skipan
§ 6.
Hægsti mynduleiki felagsins er aðalfundurin, ið verður hildin í seinasta lagi 8 vikur eftir at roknskaparárið er endað.
Boðað verður til ársaðalfund 14 dagar frammanundan við lýsing í fjølmiðlum.
Fundarskráin verður fráboðað saman við fundarboðum.
Uppskot til viðgerðar á ársaðalfundinum skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 10 januar sama árið ársaðalfundurin verður hildin.

Eykaaðalfundur:

Eykaaðalfundur verður um heysti á hvørjum árið, har val av nevnd er á skrá. Boðað verður til eykaaðalfund 14 dagar frammanundan við lýsing í fjølmiðlum.

 

Skrá:

Val av fundarstjóra

Val av skrivara

Val av starvsnevndarlimum og tiltakslimum

Stevnumið
§ 7.
Starvsnevndin, ið er hægsti umsitingarmynduleiki, eigur at hava sum stevnumið at stjórna og umsita felagið á skynsamasta hátt eftir viðtøkum samtyktar á aðalfundi.
Eisini skal starvsnevndin skapa so góðar umstøður ið til ber fyri felagið.

Fundarskrá
§ 8.

Aðalfundurin verður hildin eftir hesi stevnuskrá:

Val av fundarstjóra.
Val av skrivara.
Formansfrágreiðing (Starvsnevnd) fyri undanfari ár.
Grannskoðaður roknskapur verður framlagur til samtyktar.
Møgulig uppskot frá nevndini.
Innkomin uppskot.
Ymiskt

Fundarstjórn
§ 9.
Fundarstjórin stjórnar ársaðalfundinum og skipar fyri at førd verður gerðabók.

Á eykaaðalfundi um heysti verður starvsnevnd vald:

Starvsnevndarlimir verða valdir inn í 2 ár, og tiltakslimir verða valdir inn í 1 ár.  Í starvsnevnd verða valdir 5-7 limir, harumframt skulu veljast 2 eykalimir.

Starvsnevndin skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistara og nevndarlimun.
Nevndin hevur fund so ofta sum formaðurin heldur tað verða neyðugt, ella tá ið 2 nevndarlimir ynskja tað.

Peningamál og heimildir
§ 11.
Starvsnevndin hevur øll peningamál um hendi.
Allar avtalur so sum sponsoravtalur, lýsingar og stuðulsavtalur við einstaklingar, virkir og feløg, skulu góðkennast av starvsnevndini.
Nevndini er ikki viðtøkuførð, uttan at meira enn helvtin av nevndalimunum eru á fundi.
Felagið verður bundið av formanni- og nevndarlimi í felag ella tveimum nevndarlimum í felag.
Til veðsetan ella sølu av føstum ognum og/ella leysafæi krevst tó aðalfundarsamtykt.

Eykaaðalfundur
§ 12.
Eykaaðalfundur verður hildin eftir avgerð starvsnevndarinnar ella viðtikið á aðalfundi.
20 limir kunnu eisini skrivliga krevja eykaaðalfund hildnan.
Í skrivinum skal standa hvat skal viðgerast á eykaaðalfundinum.
Nevndin lýsir síðani áðrenn 8 dagar eru gingnir og við 8 daga freist til eykaaðalfund.

Avgerðir
§ 13.
Á aðalfundinum verða vanlig mál avgjørd við vanligum meiriluta.
Til at samtykkja avgerðir um broytingar av lógum felagsins ella avtøku av felagnum krevst, at í minsta lagi helmingurin av limum felagsins eru møttir á aðalfundinum.
Harumframt skulu 2/3 av teimum limum, ið møttir eru greiða atkvøðu fyri uppskotinum.
Um ikki helmingurin av limum felagsins eru møttir verður nýggjur aðalfundur lýstur á vanligan hátt og á honum verða hesi uppskot samtykt um 2/3 av teimum møttu limunum atkvøða fyri.

Grannskoðan av roknskapinum
§ 14.
Til at grannskoða roknskap felagsins velur Starvsnevndin skrásettan grannskoðara.

Nýggjar ítróttargreinar
§ 15.
Verður nýggj ítróttargrein sett á stovn í felagnum skal hendan góðkennast av starvsnevndini.
Reglugerð viðvíkjandi nýggju ítróttargreinini skal góðkennast á komandi aðalfundi.

Avtøka av felagnum
§ 16.
Felagið kann ikki takast av uttan samtykt, um hettar verður gjørt á aðalfundi eftir reglunum í § 13.
Verður felagið avtikið verða ognir felagsins at fella til alment óheft ungdómsarbeiði í kommununi eftir avgerð hjá Runavíkar Býráð.

Frammanfyri standandi lóg er góðkend á aðalfundi 3. feb. 2022.

Samstundis fer lógin frá 17. feb 2020 úr gildið.