Limagjald

ASKUR eitur nýggja limaskipanin hjá ÍSF, sum alt fleiri feløg nú brúka. NSÍ hevur nú knýtt seg upp í skipanina, og hetta merkir, at allir limir skulu gjalda síni limagjøld umvegis nýggju skipanina á hesi síðuni.

Nýggja skipanin hjá ÍSF hevur til endamáls at skráseta øll ítróttafólk í Føroyum, og tá spælarar í NSÍ gjalda limagjaldið her, eru teir samstundis skrásettir sum íðkandi undir ÍSF – og sjálvandi eisini sum limir í NSÍ.

Við nýggju skipanini verður ikki longur møguligt at gjalda limagjald við vanligari flyting umvegis bankan. Nógv umsiting hevur verið av tí, og nú øll gjøld fara um nýggju skipanina, lættir tað munandi um hjá felagnum umsitingarliga.

Vónandi lættir nýggja skipanin eisini um hjá foreldrum og spælarum, sum skjótt og lætt kunnu gjalda limagjøldini her. Felagið heitir á øll um at gjalda limagjald nú! Tá limagjaldið er goldið, er spælarin eisini limur í tryggingarskipanini hjá ÍSF.

Niðanfyri trýsta tit á leinkið til tykkara lið, skriva kravdu upplýsingarnar og gjalda so upplýstu upphæddina.

GEVIÐ GÆTUR: Eitt avgreiðslugjald á 5,00-10,00 kr. verður kravt saman við limagjaldinum. Umsitarar av skipanini fáa gjaldið. Mælt verður til at brúka VISA/Dankort. Gjaldið er hægri við øðrum kortum. Viðmælt verður at nýta Firefox ella Google Chrome.

Lima og luttøkugjald G6 gentur 2014 – 200 kr.
Lima og luttøkugjald U6 Dreingir 2014 – 200 kr.
Lima og luttøkugjald G8 gentur 2014 – 400 kr.
Lima og luttøkugjald U8 Dreingir 2014 – 400 kr.
Lima og luttøkugjald G10 gentur 2014 – 400 kr.
Lima og luttøkugjald U10 dreingir 2014 – 400 kr.
Lima og luttøkugjald G12 gentur 2014 – 400 kr.
Lima og luttøkugjald U12 dreingir 2014 – 600 kr.
Lima og luttøkugjald U14 dreingir 2014 – 600 kr.
Lima og luttøkugjald U16 dreingir 2014 – 600 kr.
Lima og luttøkugjald G17 gentur 2014 – 600 kr.
Lima og luttøkugjald U18 2014 – 700 kr.
Lima og luttøkugald 1. Deild 2014 – 700 kr.
Lima og luttøkugjald 3. deild 2014 – 700 kr.
Stuðlar – Tú avgerð sjálv/ur, hvussu nógvum tú vilt stuðla við

Avsláttur
Um foreldur hava fleiri børn í NSÍ, sleppur triðja barnið at spæla ókeypis. Tað kann vera torført at fáa hesi viðurskifti skrásett. Tí kunnu foreldur við fleiri børnum í NSÍ venda sær til Jón Hansen, peningarøkil hjá NSÍ á tel. 212062 ella jon@nsi.fo.