Hákun

Navn:
Hákun Edmundsson

Føddur:
21.03.96

Hagtøl hjá Hákun á faroesoccer.com

Stað á vøllinum?
Mitt á miðjuni

Høgra ella vinstra bein?
Høgra

Hvat vilt tú vera kendur fyri á vøllinum?
Eg vil fegin vera kendur fyri at gera ein ordiligan innsats hvønn dyst.

Títt fyrsta fótbóltsminni?
Tað er, tá vit plagdu at fara á vøllin á Svangaskarði at sparka við barnagarðinum.

Føroya besti leikari?
Jóan Símun Edmundsson

Heimsins besti leikari?
Lionel Messi

Yndislið í Premier League?
Newcastle

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við?
Poul Ingason á landsliðinum

Harðast undir venjing?
Árni Frederiksberg

Best at eta áðrenn dyst?
Høsnarunga og okkurt grønt.

Yndis matur?
Lasagna

Yndis grønmeti?
Agurk

Yndis sodavatn?
Guaraná

Te ella kaffi?
Hvørki

Besta drúss á kramarísin?
Heit sjokoláta

Starv?
1. ár í Handilsskúla

Yndis lærugrein í skúlanum?
Ítróttur

Frítíðarítriv?
Vera saman við vinum.

Yndis tónleikur?
Mær dámar væl at lurta eftir tí nýggjasta.

Yndis sjónvarpssending?
Champions League

Seinasti filmurin tú sá?
Flyboys

Yndis teknifilmur?
Tom og Jerry

Hevur tú nakra damu?
Nei

Hvar dámar tær at ferðast?
Lanzarote

Dugir tú at binda slipsaknút?
Nei

Um tú vart eitt djór, hvat djór vart tú so?
Ein leyva

Um tú skuldi gjørt eina aðra ítróttagrein, hvør skuldi hon so verið?
Svimjing

Hvør sjónleikari skuldi spælt teg, um ein filmur varð gjørdur um títt lív?
Daniel Craig

Myndir: Birita Hansen