Einar

Navn:
Einar Tróndargjógv

Føddur:
02.04.88

Hagtøl hjá Einar á faroesoccer.com

Stað á vøllinum?
Bakkur

Høgra ella vinstra bein?
Vinstra, men eg eri nokk tann, sum dugir best at brúka mótsatta beinið á liðinum.

Hvat vilt tú vera kendur fyri á vøllinum?
Tað fyrsta er sjálvandi loyalitet. Og síðani tey hvítu lørini, sum Sjúrður.

Títt fyrsta fótbóltsminni?
Tá vit spældu í túninum í Túnagøtu 5.

Føroya besti leikari?
Pól Thorsteinsson, altso fyrr.

Heimsins besti leikari?
Messi

Yndislið í Premier League?
Liverpool

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við?
Pól Jóhannus Justinussen, tá hann sigur okkurt.

Harðast undir venjing?
Eg tími so illa at siga Jens, tí so skal eg hoyra fyri tað, men eg sigi Jens.

Best at eta áðrenn dyst?
Havragrýn

Yndis matur?
Ræst kjøt

Yndis grønmeti?
Gularót

Yndis sodavatn?
Faxe Kondi

Te ella kaffi?
Te

Besta drúss á kramarísin?
Vanligt

Starv?
BankNordik

Yndis lærugrein í skúlanum?
Einki serligt yndisfak, kanska ítrótt.

Frítíðarítriv?
At hugna mær saman við familjuni.

Yndis tónleikur?
Lat meg siga heavy metal.

Yndis sjónvarpssending?
Black is the new orange ella umvent.

Seinasti filmurin tú sá?
Liar Liar

Yndis teknifilmur?
He-Man

Hevur tú nakra damu?
Eri giftur við Hansu.

Hvar dámar tær at ferðast?
Á Selatræ

Dugir tú at binda slipsaknút?
Nei, eg ringi til Rógva Højgaard.

Um tú vart eitt djór, hvat djór vart tú so?
Ein hýsa.

Um tú skuldi gjørt eina aðra ítróttagrein, hvør skuldi hon so verið?
Hondbóltur

Hvør sjónleikari skuldi spælt teg, um ein filmur varð gjørdur um títt lív?
Chuck Norris

Myndir: Birita Hansen