Unglingarnir tryggan sigur í Havn: HB-NSÍ 1-3
Unglingarnir spældu í dag landskappingardyst móti HB í Havn.
Endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til NSÍ.
Manningin var nakað tann sama, sum vann á TB í fyrstu deild í gjár. Men tað sást ikki á teimum.
NSÍ legði betri út, men sum fyrri hálvleikur leið, kom HB meiri inn í dystin. Tað eydnaðist eisini HB at fáa eitt brotsspark. Tíbetur bjargaði Kristian meistarliga skotinum, og móti endanum av fyrra hálvleiki legði Árni Frederiksberg okkum á odda 1-0.
Eini 20 minuttir inn í seinna hálvleik økti Per Langgaard um leiðsluna, tá hann høvdaði bóltin í málið við handaru stong eftir frísparksinnlegg úr høgru síðu.
HB vann sær síðan enn eitt brotsspark, sum teir megnaðu at fáa í málið.
NSÍ sat tó tungt á dystinum, og beint áðrenn dystarlok skoraði Jákup Davidsen til endaligu støðuna 3-1 til NSÍ.
Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=91]