Smádreingirnir føroyameistarar!

Í dag gjørdust smádreingirnir hjá NSÍ føroyameistarar! Hetta hendi við 2-1 sigri móti B68 við Løkin.

Undan dagsins umfari lá NSÍ á odda, men við HB og B68 í hølunum. Øll trý kundu gerast meistarar, um úrslitini lagaðu seg til teirra fyrimun.

Tað var tó greitt undan dystinum við Løkin, at HB hevði vunnið 2-0 á KÍ og tískil lá fremst undan dystinum hjá NSÍ.

Heilt fitt av fólki var møtt til dystin, og var tað sera stuttligt at síggja so nógv fólk til ein smádreingjadyst. HB-smádreingirnir setta eisini sín dám á við at stuðla B68, fyri at HB skuldi enda ovast.

Sjálvur dysturin byrjaði nokkso javnt. Nógv stóð á, og bæði liðini løgdu nógv fyri. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Jannik NSÍ á odda. Tó fekk Leivur ein snudd, og tí mátti spælið hjá NSÍ umskipast. Hetta gav B68 betri pláss á miðvøllinum, og nýttu teir tað til at flyta spælið longur niðan.

Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Esmar fyri B68, og hevði tað við sær, at HB gjørdist meistarar, um støðan helt sær. Petur megnaði tó at leggja NSÍ á odda aftur, og megnaðu teir at halda leiðsluna til tað seinasta.

Dysturin var annars sera ferðmikil, og bæði liðini høvdu møuguleikar at fáa fleiri mál.

Eftir dystin handaðu Niclas Davidsen og Fríðin Ziskason gull-, silvur- og bronsuheiðursmerki til ávikavist NSÍ, HB og B68, og síðan vórðu myndir tiknar. Í kvøld hava føroyameistararnir bovla og síðan havt eina hugnaløtu.

HJARTALIGA TILLUKKU DREINGIR!

Niðanfyri eru nakrar myndir, ið Birita Hansen tók.

[nggallery id=111]

Líknandi tíðindi