Gott liðavrik í javnleiki: EB/Streymur-NSI 2-2

Dystirnir millum EB/Streymur  og NSÍ plaga vanliga at vera javnir, vælleiktir og spennandi. Tað sama kann sigast um dagsins dyst. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1.

Hampulig fótbóltslíkindi vóru við Margáir, tá ið  EB/Streymur og NSÍ møttust seinnapartin kl. 17.00 . Eitt frískt lot lá longs eftir vøllinum, men turt var í veðrinum. Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær til fyrstu uppgerðina millum liðini bæði í ár. Sum kunnugt møtast bæði liðini aftur í steypakappingini 4. mai, tá við Løkin í Runavík.

Burtursæð frá Helga L. Petersen, stillaði NSÍ upp við somu leikarum og leikskipan, sum í seinasta dysti móti B68. Gango í málinum, Jens og Petur Paula í miðverjuni, Jonhard og Einari á bakkunum.  Sentrala miðvøllin mannaðu Razak og Jústines, meðan Heðin og Debes  mannaðu kantarnar. Christian Høgni og Klæmint, sum var komin við aftur eftir leikbann, lógu fremstir.

NSÍ kom væl frá byrjan, og vóru tað okkara menn sum fingu yvirtakið. Razak á sentrala miðvøllinum, sum spældi ein sera góðan dyst, dugdi væl at fordeila bóltin millum báðar síðurnar. Okkara menn stríddust eisini fyrimyndarliga væl, vóru fyrstir á bóltunum og løgdu støðugt trýst á EB/Streyma-verjuna við skiftandi síðuspæli og góðum yvirlappum. Spælið var sera gott, góðar kombinasjónir, skjótt og gott samanspæl.

Tí kendist tað sum ein vátur vøttur fyri NSÍ-leikararnar, at EB/Streymur í 17. min. leggur seg á odda 1-0. Levi Hansen sleppur fríur í høgru síðu og púra ótarnaður sleppur hann at leggja ein bólt mitt inn í NSÍ brotsteigin til ein púra ódekkaðan Arnbjørn Hansen, sum hevur lætt at skorað. Ikki sannførandi verjuspæl.

Í 23. min. javnar NSÍ heilt uppiborið til 1-1. Christian Høgni gerst leysur í vinstru síðu. Leggur ein fína avlevering inn í EB/Streyma-brotsteigin. Har kemur Klæmint rennandi, langar til og bólturin syngur í mál-meskunum í handara horni aftanfyri Rene í EB/Streyma-málinum, sum ongan møguleika hevði  at bjarga skotinum. Eitt sera flott avrik av Klæminti.

Í 37. min. hevði NSÍ ein sera stóran møguleika at leggja seg á odda 2-1. Christian Høgni fintar seg leysan í EB/Streyma-brotsteiginum. Fer aftur á baklinjuna vinstrumegin og leggur síðan eina avlevering aftur til Jústines mitt fyri , men tíverri fer bólturin langt uppum. Her átti Jústines at verið meira neyvur.

Leikliga var NSÍ omaná í fyrra hálvleiki og spældu til tíðir sera góðan fótbólt. EB/Streymur royndi seg ofta við longum bóltum inn til  sera skjótu framherjarnar, og hetta skapti miðverjunum hjá okkum, Jens og Petur Paula, til tíðir trupulleikar. Tá farið varð til hálvleiks var støðan javnleikur 1-1.

EB/Streymarnir løgdu út sum eitt óløgi við byrjanina av seinna hálvleiki, og longu í 49. min., løgdu teir seg á odda 2-1.  Sorin sleppur heldur lætt aftur á NSÍ baklinjuna høgrumegin. Leggur eitt flatt innlegg fyri NSÍ málið. Verjan klárar ikki at sparka burtur, og bólturin endar hjá Levi, sum hevur lætt við at seta fótin á bóltin og í málið. Heldur ikki í hesum føri var talan um sannførandi NSÍ-verjuspæl.

Tað fyrsta korterið av seinna hálvleiki var tað EB/Streymur, sum var spælstýrandi og hevði greiða leikliga yvirvág. Okkara markeringar vóru ikki nóg neyvar, soleiðis at EB/Streymur fekk frið at spæla sítt eyðkenda góða fótbóltsspæl, og tá er altið vandi á ferð.

So við og við fótaðu okkara menn seg aftur og komu til málmøguleikar. Í 63. min. fær NSÍ horna í vinstru  síðu. Christian Høgni tekur stutt horna, spælir til Debes sum spælir Christian Høgna aftur. Bólturin verður lagdur væl innfyri málið, og har gerst Jústines fríur mitt fyri málinum, men er ikki nóg neyvur í avgerandi løtuni.

Í 69. min. javnar Debes til 2-2. NSÍ fær innkast í vinstru síðu. Einar tekur eitt av sínum longu og góðu innkøstum. EB/Streymarnir fáa ikki rudda bóltin burtur. Bólturnir endar fyri føturnar á Debes, sum sera avgjørdur sendur bóltin í netið.

EB/Streymur royndi tað, sum eftir var av dystinum, at leggja eitt høgt trýst á NSÍ verjuna. Nakrar ferðir komu teir til rímuliga stórar málmøguleikar, men verjan og András í málinum stóðu væl ímóti EB/Streyma-trýstinum. Vit fingu eisini nakrar vandamiklar málmøguleikar uppá kontra, men einki mál kom afturat, og dysturin endaði sostatt 2-2.

Samanumtikið var talan um ein vælleiktan og spennandi dyst, og  javnleikur 2-2 var nokk á góðari leið.

Fyri okkara viðkomandi kunnu vit vera vælnøgdir. Talan var um góðkent liðavrik. Spælið frameftir var gott. Kanska konsentrasjónin og neyvleikin í verjupartinum kann betrast til komandi dystirnar.

Næsti dystur verður leygardagin 30. apríl í Klaksvík móti oddaliðnum KÍ.

KOYRIÐ Á. SAMAN STANDA VIT STERK!

Hagtøl:

EB/Streymur-NSÍ 2-2 (1-1)
17 min. 1-0: Arnbjørn Hansen EB/S
23  min. 1-1: Klæmint Olsen NSÍ
49 min. 2-1 Levi Hansen EB/S
69 min. 2-2. Debes Danielsen NSÍ

Liðið: Gango, Jens, Petur Pauli, Einar, Jónhard, Razak, Jústines, Heðin (90 min. Árni), Debes (73 min. Jann Martin), Christian Høgni og Klæmint. Á bonkinum uttan at vera skiftir inn: Kristian; Magnus Pauli og  Helgi. Venjarar Pauli og Bogi. Fysioterapeutur Marjun og liðleiðari Andras

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=129]

Líknandi tíðindi